JN

Professari av Harvard: Steðga við at niðurleggja alt

...

2020-03-18 07:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Professari av Harvard heldur danska leistin hjá Metta og hinum leiðarunum í Europa verða skeivan. Hansara áheitan er: Steðga við at niðurleggja alt.

Ein niðurlegging av øllum er ikki besta loysnin at verja seg móti koronavirus, sum júst nú hóttir við at koppa øllum tí danska sjúkrahúsverkinum, við ófrættakendum menniskjansligum tvístøðum sum fylgju.

Soleiðis rópar professarin í epidemiologi, Miguel Hernán varskó.

Hann heitir á Mette Frederiksen og aðrar leiðarar í heiminum, sum júst nú taka stig til at leggja alt virksemi niður og avbyrgja fólkið. At tey ístaðin lata samfeløgini koyra sum vant við sunnum og røskum borgarum undir 50 ár.

Hann heldur at stórar mannamúgvur, ferðir, mussar og klemm skulu eggjast.

Málið við hesum er at fá so nógv børn og ung sum tilber smittadi fyri at uppbyggja imunverjuna millum fólkið.

Húski vid eldri borgarum skulu verða innandura uttan samband vid vinir og familju. Um børn hoyra til hesi húski skulu tey í hesum tídarbili flyta til familju, so tey ikki verða eftirbátur í skúlanum.

Tá fleiri og fleiri verða smittaði og gerast frísk, tá er samlaða mótstøðuføri millum fólkið styrkt. Tískil er tad professarans starvsliga vissa, at sanlíkindini fyri at eldri og veik fara at verða minni smittaði, og at smittufarsóttin fellur nógv skjótari enn hon annars vildi.

Kelda eb.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder