Vinna

Poul Michelsen takkar fyri seg

...

2020-03-06 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Poul Michelsen hevur takkað fyri seg í politikki, hann boðaði frá í morgun av tingsins røðarapalli, at hann nú tók seg aftur í politikki. Poul Michelsen er 75-ára gamal.

Poul Michelsen gjørdist borgmeistari í Havn í 1981 og sæt sum borgmeistari til 1990, hann var valdur inn á løgting fyri Fólkaflokkin í 1984 har hann sæt til 1992 - í 2002 var hann aftur valdur á løgting fyri Fólkaflokkin, men 9. mars í 2011 stovnaði hann Framsókn, sum hann hevur umboðað síðan tá. Til seinasta løgtingsval varð Poul Michelsen afturvaldur við 271 atkvøðum.

Ruth vang verður nýggj forkvinna í Framsókn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder