2019-02-27 12:58

Poul Hansen andaðist í morgun 64 ára gamal.
Poul Hansen var sakførari og eisini kendur sum íðin vinnulívsmaður, hann tók arvin sum vinnulívsmaður upp eftir faðirin og abban. - Heilsan hevur bilað ta seinastu tíðina.
Hansen-mennirnir eru kendir sum trúgvir rossamenn og gingu við øðrum havnamonnum á odda, tá ið túrar á hestbaki vóru fyriskipaðir í Suðurstreymi og eisini aðrastaðni í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald