JN

Posthúsið á Oyrarbakka letur aftur

...

2021-02-15 10:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað merkist hjá Posta, at atburðurin hjá føroyingum er broyttur, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Seinastu árini hevur talgildingin sum heild vundið upp á seg. Samstundis hevur korona sett ferð á eitt rák við alsamt vaksandi internethandli og færri brøvum:

  • Vit síggja eina broyting í atburðinum hjá føroyingum. Internethandilin og talgilt samskifti veksur alsamt, og harvið broytist postvirksemið,???sigur Joel.

Viðskiftafólkini á posthúsinum gerast færri og samstundis skulu hølini á Oyrabakkavegi brúkast til annað virksemi, greiðir Joel frá:

  • Tí hava vit gjørt av at stongja posthúsið á Oyrarbakka.

Framvegis góðir møguleikar fyri at avgreiða síni postørindi

??ll móttaka brøv og pakkar heima við hús sum vanligt, greiðir Joel frá. Hann leggur afturat, at tað framvegis ber til at senda brøv og pakkar, hóast posthúsið á Oyrarbakka letur aftur. Viðskiftafólk kunnu keypa postgjald í Posta-appini og síðani lata pakkan inn á eina Magn-pakkastøð. Um viðskiftafólk heldur vilja fara á posthúsið, so eru nærmastu posthúsini í ávikavist Saltangará og Havn opin sum vanligt.

Seinasti dagur posthúsið á Oyrarbakka er opið, er tann 17. februar. Inntil tá er posthúsið opið sum vanligt - gerandisdagar frá kl. 14.30-16.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder