2016-01-04 23:57
Pól Skarðenni, sum er føddur í Klaksvík í 1962, men búsitandi í Vatnsoyrum, hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági.
Pól Skarðenni er best kendur fyri sínar landslagsmálningar, málaðir á staðnum, pastost við spartli. Men hann arbeiðir eisini við abstraktum og surrealistiskum málningum.
Landslagsmálningarnir, sum eru málaðir úti, eru altíð oljumáling á uppspent lørift. Meðan hesin sum tit síggja her, er málaður við blandingstøkni. Her er brúkt sement, reint akryl, reint pigment, teknikol, fixativ, akrylmáling, tixmiddil og vatn. Tað er málað uppá lørift, og spent uppá museumsblindrammir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald