Politikkur

Politiskt pallborðskjak um abort

...

2019-03-05 17:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við Altjóða kvinnudagin skipar Frítt Val fyri pallborðkjaki um abort. Allir flokkar á Føroya Løgtingið eru bjóðaðir, og kvinnulig umboð úr seks flokkum luttaka.

Tiltakið verður mikukvøldið 6. mars kl. 20:00 í Perluni í Havn. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Liljan Weihe er orðstýrari, og luttakararnir eru:

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin

Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin

Annitaá Fríðriksmørk, Tjóðveldi

Ruth Vang, Framsókn

Mia av Kák Joensen, Miðflokkurin

Pallborðskjakið er partur av Femifagnaði 2019, sum fagnar Altjóða kvinnudagin 8. mars. Kvinnufelagið, Frítt Val - fyri fríari abort, Amnesty International Føroyar, Kropsfatanistar og Damudomi hava sligið seg saman at skipa fyri tiltøkum dagarnar 3. til 7. mars og fyri risa hátíðarhaldi á sjálvum 8. mars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder