Politikkur

Politiskt DNA

...

2019-08-12 18:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit í Fólkaflokkinum nevna onkuntíð flokk okkara fyri Fólksins flokk, og er hetta ikki av tilvild.Vit rúma øllum, ið taka undir við tí borgarligu frælsishugsjónini, ið inniber mest møguligt persónligt frælsi, og minnst møguliga almenna íblandan í egið lív og tilveru!Ein hugsjón, ið stuðlar og hjálpir teimum, ið hava brúk fyri hjálp, og eggjar og stimbrar tey, ið leggja lunnar undir framburð og vælferð.Ein hugsjón, ið hjálpir teimum, ið treingja; sum spyr, hvat tú kann, heldur enn, hvat tú ikki kann, og sum ikki ger fólk til passivar móttakarar av vælferðartænastum!Vit hava eina breidd í flokki okkara, ið spennir seg frá verkamanni til yvirlækna, frá handverkara til flogskipara, frá røktarstarvsfólki til sjómenn á øllum plássum umborð.Vit hava okkara stuðlar runt alt Føroya land, frá smábygd til størru støðini, frá útoyggj til miðstaðarøki.Og svari er einfalt: Vit eru fyri ein og hvønn, kvinnu sum mann, ungan sum eldri, høgan sum lágan, lærdan sum ólærdan, sum tekur undir við hugsjónini um frælsið tann einstaka, til í so stóran mun sum gjørligt, og undir givnum fortreytum, at vera harri yvir egnum lívi og egnari lagnu, við teimum gávum og evnum, ið Skaparin tillutaði okkum! Vit síggja umsorgan, frælsið, fólkaræði, vinnulív, skúla-, almenna-, og heilsuverk sum berandi súlur undir okkara ótrúliga landi, sum saman við einum tryggum familjubygnaði og virðing fyri Skapanarverkinum, hevur borið hettar landið framá til eitt stað, sum ein ikki skuldi trúð, kundi lata seg gera fyri eitt fáment fólk í einum so fjarskotnum og harðbaldnum øki sum okkara.Tekur tú undir við hesum sjálvsøgdu virðum, er tú sjálvandi ein av OKKARA!Gott val!Jonhard DanielsenValevni Fólkaflokksins til Løgtingsvalið 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder