Politikkur

Politiska kreppan í Spania

...

2020-01-14 15:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ALMENT TILTAK:

POLITISKA KREPPAN Í SPANIA


- hv
í er kreppa, hvør er støðan í løtuni og hvussu kann kreppan loysast á besta hátt?


H
ósdagin 16. januar klokkan 19:30 verður Smæran karmur um alment tiltak við Josep Costa, varaforseta í katalanska tinginum, um politisku kreppuna í Spania. Nú hevur tú tí møguleika at frætta meira um, hvør politiska støðan er í Spania, og at seta spurningar til og fáa svar frá einum av teimum, ið eru mitt í politiska meldrinum.

Støðan í Spania hevur verið ógviliga spent seinastu árini. Í kjalavørðinum av hesum, hava fólkaatkvøður verið í Katalonia um fullveldi. Tann seinasta var í 2017. Fólkaatkvøðan varð tó ikki góðkend av sponsku stjórnini, og svaraði sponsku myndugleikarnir aftur við stórari fjøld av løgreglufólkum og harðskapi ímóti fólki, ið fóru á val. Eftir fólkaatkvøðuna vórðu 9 katalanskir fullveldissinnaðir politikarir og aktivistar handtiknir, og tey hava síðani verið í varðhaldsfongsli í yvir 2 ár, til tey fingu dóm í oktober 2019 á ímillum 7 og 13 ár hvør. Samstundis eru fleiri katalanskir politikarar í útlegd. Millum teirra er Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti, ið hevur verið og vitjað her í Føroyum í 2018.

Nýggj stjórn er hartil júst skipað í Spania, og er ein av størstu fullveldisflokkunum í Katalonia (ERC) partur av stjórnargrundarlagnum, og treyt fyri, at núverandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, hevur meiriluta. Samstundis er leiðarin, Oriol Junqueras, í sama katalanska flokkinum, ERC, í fongsli ??? fingið 13 ára dóm fyri, at skipað var fyri fólkaatkvøðu um fullveldi.


Nú kemur Josep Costa, ið er floksfelagi og samstarvsfelagi hjá omanfyrinevndu, og eisini er varaforseti í katalanska tinginum, til Føroya. Hann kemur at greiða frá støðuni í Katalonia og lagt verður upp til kjak og høvi verður tískil, at seta honum spurningar.

??ll eru hjartaliga vælkomin !



??? Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder