2020-07-07 10:18
Landsstýrið vanvirðir Løgtingið og stýrisskipanarlógina - og ger okkum veikari í altjóða heiminum
Í gjár boðaði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum alment frá, at landsstýrið samráðist við USA um m.a. herflotastøðir í Føroyum, sendistovur, 5G netið og aðrar politiskar avgerðir mótvegis stórveldunum. Løgtingsins uttanlandsnevnd er ikki tikin við uppá ráð. Vit frætta bert í fjølmiðlunum, at Jenis av Rana hevur fundast við amerikonsku sendikvinnuna, Carlu Sands. Ja, Løgtingið er ikki so frægt sum kunnað um vitjanina hjá henni í Føroyum.
Her er talan um avgerðir og almennar fráboðanir av stórum týdningi fyri Føroyar og fyri okkara fólkaræði og støðu í heiminum. Til dømis hevur eitt samt Løgting síðani seinna heimsbardaga samtykt ikki minni enn tríggjar ferðir, at herstøðir og hervald ikki skulu vera í Føroyum. Og málið um 5G netið, er eitt diplomatiskt stórpolitiskt mál fyri Føroyar.
Slíkar útmeldingar frá Landsstýrinum kunnu tí ikki bara sleingjast út yvir Løgtingið og Føroya fólk og út til allan heim - uttanum eina neyva viðgerð á løgtingi. Slíkar útmeldingar kunnu hava stóran týdning fyri okkara sjálvræði og okkara altjóða sambond, okkara handilsavtalur, okkara fiskivinnuavtalur og okkara støðu mótvegis øðrum tjóðum og stórveldum.Stýrisskipanarlógin krevur ráðførsluTað er tí, at tað er ásett í okkara stýrisskipanarlóg (grein 54), at áðrenn landsstýrið samráðist ella tekur avgerðir av stórum uttanlandspolitiskum týdningi fyri Føroyar, so skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins. Og hví hevur hetta so stóran týdning?
- Í fyrsta lagi, tí at Løgtingið er fólkavalt og landsstýrið er tænari hjá fólkinum og Løgtinginum. Vit skulu røkja langtíðaráhugamalini hjá føroysku tjóðini og tryggja, at eitt greitt og breitt mandat og ein strategi er til tað, ið vit samráðast og gera avtalur við onnur lond um. Annars missa vit øll - ikki bara nú, men fyri komandi ættarlið. Eitt landsstýrisfólk ella eitt landsstýri kann ikki bara brúka uttanríkispolitikk og landsáhugamálini hja Føroyum sum sítt egna spælipláss til partapolitikk og egna profilering.
- Í øðrum lagi, tí skulu vit kunna røkja føroysk áhugamál og hava sterka samráðingarstøðu mótvegis øðrum tjóðum og stórveldum, so mugu vit standa mest møguligt saman um føroyska uttanríkispolitikkin og føroysku áhugamálini tvørtur um skiftandi landsstýri og samgongur. Tað merkir ikki, at vit eru samd um alt og ikki kunnu hava ymiskar hugsjónir um okkara altjóða leiklutir og strategiir. Men vit skulu viðgera tær í trúnaði og í samskifti í Løgtinginum og royna at finna semjur. Annars standa vit spjadd og úrlatin mótvegis teimum, ið vit samráðast við, og fáa ikki tænt langtíðarmálunum hjá Føroyum í heiminum.Landsstýrið ger hetta aftur og afturHetta er bert feskasta dømið um, at landsstýrið als ikki virðir stýrisskipanarlógina og demokratiskar mannagongdir sum skulu tryggja, at vit standa saman um at røkja føroysk áhugamál í uttanríkispolitikki og kunnu styrkja okkara samráðingarstøðu í týdningarmestu málum fyri tjóðina.
Bara seinasta hálva árið er hetta farið fram:
- Løgmaður samráðist við donsku stjórnina og letur seg trýsta at melda út um avgerðir um ræði á 5G og fjarskiftismálum og um hvør sleppur at ferðast til Føroya uttan at hava ráðført seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
- Landsstýrið meldar út til allan heim um at lata upp sendistovur í øðrum londum og býum, uttan at hava ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd.
- Landsstýrið samráðist við íslendsku stjórnina um at loyva íslendskum feløgum inn aftur í ognarskap í allari føroyska fiskivinnu, hóast Løgtingið í 2017 samtykti við lóg, at útlendskur ognarskapur skuldi vera burtur í 2024.
Vit andstøðulimir í Uttanlandsnevndini vilja als ikki góðtaka hesa óbúnu vanvirðing av Løgtinginum og stýrisskipanarlógini. Hetta tænir bert til at gera Føroyar veikari.
Vit krevja, at Landsstýrið beinanvegin kemur til ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald