2020-03-09 16:27

Politiið leitar eftir einum lítlum ljósum bili.
Í dag umleið kl. 12 hendi eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðatunnlinum.
Ein ljósur bilur á veg ímóti Kollafirði, kemur ov langt yvir í vinstru síðu. Bilurin rakar síðuna á tveimum mótkoyrandi bilum, sum fáa materiellan skaða.
Ljósi bilurin steðgar ikki á, og kanningar á staðnum kundu bent á, at talan er um ein Toyota Auris.
Politiið kundi hugsa sær at komið í sambandi við føraran á bilinum, ella onnur sum møguliga vita okkurt um tilburðin.
Veitst tú okkurt vinarliga ring 114.
Samband við politiið: Teldupostur: [email protected]
Telefon:114
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald