
Politiið í Føroyum fremur, við virknaði frá 1. september í ár, eina innanhýsis leiðaraflyting, sum fer at fevna um allar politikommisserarnar, virkandi politikommisserar og teir politistar, sum eru í ferð við at taka leiðaraútbúgving.
Flytingarnar hava støði í langtíðarætlanini hjá føroyska politinum, sum støðugt miðar eftir, at føroyska politiið altíð skal vera eitt væl skikkað og professionelt politi, som tænir tí einstaka føroyinginum og føroyska samfelagnum á besta hátt. Harumframt er málið, altíð at hava ein starvsfólkahóp, sum ger tað møguligt at manna størvini á øllum leiðslustigum í føroyska politinum.
Leiðaraflytingarnar eru soleiðis ein natúrligur partur í menningini av stovninum, teimum einstøku leiðarunum hvør sær, eins og øllum starvsfólkahópinum. Hettar fyri at tryggja stovninum røttu førleikarnar á røttum stað í politiøkinum.
Samstarvsfelagararnir hjá politinum koma tí til at síggja nýggj andlit, men eins dugnaligar leiðarar, taka sær av leiðsluuppgávunum hjá politinum framyvir.
Løgreglan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald