JN

Politi og bjargingarfelag leita í løtuni eftir einum minnisveikum manni

...

2021-02-25 21:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Politi og Bjargingarfelagið í Runavík leita í løtuni eftir einum minnisveikum manni, sum uml. kl. 1900 fór av Ellis- og Røktarheiminum í Runavík. Hann er 78 ár, uml. 185 cm høgur, tunnur, ílætin myrkan jakka, myrkar arbeiðsbuksur og svartar skógvar við hvítum botni. Vælgongdur og gongur eitt sindur framyvirboygdur.

Um tú møguliga hevur sæð hann, ring 114. Takk fyri.

Løgreglan

Dagført kl: 22:55: Maðurin er funnin aftur í øllum góðum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder