Vinna

Polarhav og Stjørnan koma fullfermdir á Klaksvík seinnapartin í dag

...

2020-04-12 09:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Polarhav og Stjørnan eru áveg á Klaksvík, báðir við fullari last av gulllaksi - t.v.s. 250 tons -. Teir hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi og fóru at sigla inn í gjárkvøldið. Teir verða á Klaksvík seinnapartin og skulu landa á Kósini í kvøld, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.

Fiskiskapurin hevur verið góður, teir fiskaðu í 3 døgn, hini bæði pørini, ið royna eftir gulllaksi, eru á somu leið. Fuglberg og Skoraberg fara helst at sigla í kvøld ella í nátt, Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava eisini havt góðan fiskiskap.

Polarhav og Stjørnan fara nýggjan túr seinnapartin 2. páskadag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder