2016-02-18 18:32
Svar uppá fyrispurning frá Anniku Olsen,løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. S-8/2015: Viðvíkjandi Sea Shepherd
Spurningurin var soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at forða Sea Shepherd inn í føroyskt sjóøki í 2016?
2. Verða útlendingamál yvirtikin í ár?
Viðmerkingar
Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Shepherd. Men tað gera vit tíverri ikki, og tí sleppur ein felagsskapur sum Sea Shepherd at gera um seg í Føroyum, og á ein óreiðiligan hátt skaða umdømi Føroya úti í heimi. Hetta hevur longu víst seg at havt neiliga ávirkan á okkara ferðavinnu, nú heili 20 ferðamannaskip hava avlýst teirra ferðir til Føroyar komandi ár. Ferðavinnan í Føroyum stendur í besta blóma, og tí er tað umráðandi, at hendan skaðiliga ávirkan frá Sea Shepherd verður steðgað skjótast gjørligt.
Tað hevur enn ikki eydnast at yvirtaka útlendingamál, hóast málið hevur staðið ovast á breddanum í mong ár. Talan er um týdningarmikið mál, ið kemur til sjóndar í hesum døgum. Um málsøkið varð yvirtikið, høvdu Føroyar sitið við avgerðini um, hvørji fólk ikki verða mett skikkað at sleppa til Føroyar, og soleiðis forða hesum fólkum, ið hava til endamáls at koma til Føroyar at bróta føroyska lóggávu, yvirhøvur at seta føtur sínar á føroyska jørð.
??tlendingalógin
??tlendingamál er felagsmál, og saman við útlendingamálum hongur marknaeftirlitið, t.v.s. eftirlitið við, hvør kemur inn loftvegis og sjóvegis til Føroyar. Av tí, at vit ikki sjálvi avgera, hvør kann koma til Føroyar, var neyðugt at geva løgregluni lógarheimildir til at forða fyri, at Sea Shepherd gjørdi seg inn á okkara rættindi. Hetta er nú lógarásett í grindalógini. Tað er í roynd og veru lagnunnar speisemi, at danskir myndugleikar fyri kortum forðaðu føroyskum skipum og vørum at koma inn í danskar havnir, meðan Føroyar ikki kunnu ??? bara tí at málsøkið ikki er yvirtikið ??? forða Sea Shepherd fjepparum at koma til Føroyar.
Tað er í lagi at vera rúmsáttur og vísa tolsemi. Tað er í lagi at loyva fólki at hava sína hugsan, og at lata tey gera vart við seg. Men okkum nýtist ikki at vera so bláoygd, at vit saga greinina av, sum vit sjálvi sita á, og loyva einum felagsskapi til Føroyar, sum hevur eittans endamál - at forða grindadrápi við at fremja óreiðiligt ??? og til tíðir ólógligt og landaskaðiligt virksemi fyri Føroyar. Hetta vísir seg nú eisini at ganga út yvir okkara ferðavinnu. Um Føroyar ikki náa at taka málsøkið útlendingamál og marknaeftirlit á føroyskar hendur í 2016, er ein møguleiki at fara undir tingingar við donsku stjórnina undir ásetingunum um ???serlig føroysk virðurskifti???, har vit fáa forðað Sea Shepherd í at koma í føroyskt sjóøkið í summar.
Grindadrápið er aldargamalt og hevur hildið lív í mongum føroyingi. Talan er í roynd og veru um tilfeingi eins og annað tilfeingi í sjóøki Føroya, og tí kann veruliga hóttanin verða rættur Føroya at fáa til vega tilfeingi sítt. Tískil er tað umráðandi, at vit halda í hevd henda sjálvsagda rætt Føroya. Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Shepherd.
Svar:
Spr. 1.
Landsstýrið virðir talufrælsið og rættin at mótmæla á lógligan hátt. Landsstýrið góðtekur tó ikki, at fólk, sum koma til landið at mótmæla, samstundis leggja seg upp í grindadráp og tilvitað bróta landsins lógir.
Um skip við atgerðarfólki ætla sær inn í føroyskt sjóøki, fara avvarðandi myndugleikar at viðgera málið í hvørjum einstøkum føri, og gera sínar metingar um, hvørt skipið er til vanda fyri trygdina á sjónum. Um grundarlag er fyri tí, fer landsstýrið at nýta heimildir í føroyskari og altjóða lóggávu at geva skipum siglingarbann ella forboð fyri at koma inn í føroyskt sjóøki.
Um neyðugt er við lógarbroytingum í hesum sambandi, verða hesar lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið í næstum.
Spr. 2.
Ja, tað er ætlanin, at útlendingamál verða yvirtikin í 2016.
Í november varð avtala undirritað við avvarðandi danska ministara, Inger Støjberg, um at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingaøkinum. Í avtaluni binda partarnir seg til at raðfesta arbeiðið við yvirtøkuni, og miðað verður eftir, at samráðingarnar verða lidnar í fyrra hálvári 2016. Uppií hesum fyrireikingum er eisini at fáa eina semju í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brússel.
Samráðingar fara fram á embætisstigi í løtuni. Schengen-skipanin er tó undir stórum trýsti í løtuni. Hvussu viðurskiftini hátta seg komandi mánaðirnar við Schengen, kann fáa stóra ávirkan á, hvussu útlendingamál verða yvirtikin og harvið eisini tíðarætlanina.
Men í síðsta enda er spurningurin um, hvørt útlendingamál verða yvirtikin, ein spurningur um politiska vilja Løgtingsins.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 17. februar 2016
Poul Michelsen
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald