2025-12-04 10:00
Føroysku kvinnurnar skulu seinnapartin reisa seg eftir dystin ímóti Týsklandi fyrradagin, tá ið tær taptu 36-26.
Klokkan 14:30 føroyska tíð í dag, møta føroysku kvinnurnar Serbia. Serbia vann 31-29 á Spania fyrradagin.
Støðan í millumumfarinum er:
1. Týskland 6 stig
2. Montenegro 4 stig
3. Serbia 4 stig
4. Spania 2 stig
5. Føroyar 2 stig
6. Ísland 2 stig
Tvey tey ovsastu liðini koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
---
HSF skrivar: Upphiting í Dortmund
Fan Village-økið í Westfalenhalle, gevur øllum, sum hava atgongumerki, eina heilt serliga uppliving. Í Fan Village fáa føroyingar eitt serstakt øki á staðnum, har vit saman fara at hita upp til brakið!
Upphitingin byrjar kl. 14:00 (Lokala tíð)
Andlitsmáling, tónleikur, matur og okkurt drekkandi verður.
Føroyar spæla í hvítum í dag.
Vit síggjast til upphiting! Koyr á Føroyar!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald