2019-04-11 19:11
Nú fer at lækka móti endanum í føstutíðini í hesum kirkjuárinum. Í komandi viku er stilla vika, og so eru páskini her. Síðani sunnudag í føstuinngangi hava verið hildnar gudstænastur sunnudagar sum vanligt. Haraftrat hava kirkjurnar skipað fyri føstugudstænastum mitt í viku ella sunnukvøld. Hetta er samstundis tíðin, tá prestarnir hava høvið at vitja aðrar kirkjur og sóknir enn hana, ið teir vanliga gera tænastu í. Á henda hátt fáa prestarnir møguleika at hitta onnur enn síni egnu sóknarfólk, og sóknarfólkið kann somuleiðis læra ein annan prest at kenna, og haraftrat hoyra, hvussu hann prædikar út frá dagsins teksti. Tað eru í allarflestu førum prestar, ið prædika við hesum føstugudstænasturnar, og sum eisini rímiligt er. Men tað kemur tó meiri enn so fyri, at trúboðarar vera bidnir at prædika við eina slíka gudstænastu. Soleiðis var gjørt í Hvannasunds kirkju mikukvøldið 10. apríl, tá sóknarpresturin, Jóannis Purkhús hevði heitt á Pól Johannesen, trúboðara hjá Kirkjuligu Heimamissiónini um at halda taluna hetta kvøldið. - At tala soleiðis í eini kirkju dámar mær serliga væl, greiðir Pól Johannesen frá. - Best dámar mær tó at vitja í teimum smærru bygdunum. HANN DOYÐI Í OKKARA STAÐ Hetta mikukvøldið kallaði kirkjuklokkan inn til føstugudstænastu í Hvannasunds kirkju, eins og so mangan áður. Urguleikarin hevði fingið forfall, og tí var heitt á eitt av kirkjufólkunum, sum var komið av bygd um at traðka til at spæla til dagsins sálmar. Annars var ein annar klárur at spæla guittara til sálmarnar, um eingin annar, í eini handavending fekst at spæla. Men tá klokkarin, sum eisini var maðurin við guittaranum, var liðugur at ringja inn, brúsaði preludiumið út frá lítlu urguni. Sungnir vóru fýra av kendu sálmunum, og her var tað so áðurnevndi Pól Johannesen sum talaði á kórsgáttini. Hann valdi í prædiku síni at leggja dent á, at Jesus tók allar heimsins syndir á seg, og doyði í okkara stað. - Ja, eg velji ofta at steðga við eitt orð, eitt bíbliuørindi ella kanska eina søgu úr Bíbliuni sum hava við líðingarsøgu Jesusar at gera, tá eg soleiðis tali við føstugudstænasturnar, greiðir Pól frá. - Hetta er sum oftast eitt evni, ið eg havi gingið og hugsað um, og sum er hóskandi at bera fram til eina kvøldgudstænastu í føstuni. AKTUELT ENN Í DAG Pól greiðir frá, at tað kemur meiri enn so fyri, at presturin í einum øki heitir á hann um at tala við eina føstugudstænastu. Hann er, sum trúboðari vanur at tala við mong ymisk høvi. Og at tala við eina føstugudstænastu í Hvannasundi ??? sum enntá er heimbygd hansara ??? er bara eitt pluss aftrat. - Ja, tað er altíð ein spennandi løta fyri meg, tá eg boði Guds orð, og tað var tað eisini hesaferð, leggur Pól aftrat. Fyri Pól er eingin ivi um, at boðskapurin í Bíbliuni, sum verður tikin fram í sambandi við føstugudstænasturnar, er eins viðkomandi í dag sum hann altíð hevur verið. - Guds orð er altíð aktuelt, og hevur so avgjørt nakað at siga okkum menniskjum í 2019 ??? vit sum so nógv um at vera í tí dagliga. Tað er gott at kunna steðga á eina løtu soleiðis og sita kvirr undir Guds orði, vísir hann á. Hetta er í roynd og veru triðju ferð í ár at Pól talar við eina føstugudstænastu. Hann hevur frammanundan verið í Kunoy og á Selatrað. AT LIVA VIÐ ALZHEIMERS Onkur kann kanska halda, at ein prestur, trúboðari ella talari bara rista talur sínar undan ermuni. Men so er ikki. - Eg royni altíð at fyrireika meg væl, og biði nógv í samband við fyrireikingina til hvørja einastu talu. Men í tí stutta og heila haldi eg ikki, at tað er stórur munur á at prædika í eini kirkju ella í einum missiónshúsi. - Tann talan, sum eg helt her í Hvannasundi í kvøld, kundi eins væl verið hildin á einum møti eitt sunnukvøld í einum missiónshúsi ella á eini missiónsviku í onkrari bygd, greiðir Pól frá. Hinvegin hevur hann onkutíð havt onkran persón við sær út á bygd, har viðkomandi aftaná, í samband við ein drekkamunn, kann fortelja frá onkrum áhugaverdum, ið hesin hevur upplivað ella er upptikin av. Her í Hvannasundi var tað Jonhard Larsen úr Klaksvík, sum í eini sera inniligari og hjartanemandi frágreiðing segði søguna um mammu sína, sum einans 62 ára gomul fekk staðfest Alzheimers. Onkra aðru ferð hevur Pól havt navnabróður sín, Pól Sundskarð við sær at siga frá um fjallatúrar, eins og Poul Sivar Olsen hevur sagt frá um bátsvanlukkur í Svínoy. - Tað vísir seg, at tað koma fleiri fólk enn annars í kirkju eitt slíkt kvøld, tí teimum eisini dáma væl at hoyra slíkar spennandi frásagnir, sigur Pól Johannesen at enda. (Les eisini: Gera meiri burtur úr gudstænastunum í føstuni (7. mars 2019)) Orð/mynd: Snorri Brend |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald