
Í kvøld verður seinni dagur av Pisudøgum, ið Meginfelag Føroyskra Studenta saman við Altjóða Skrivstovuni og Betri skipar fyri. Í gjár var tiltakið í Klaksvík og varð væl vitjað.
Pisudagar er til tín, ið skal undir víðari lestur, í Føroyum ella uttanlands. Serkøn fólk frá MFS, ASK og Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark koma at kunnað um SU, ??SUN, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.a., umframt at svara spurningum, ið stinga seg upp.
Ábit frá Burn verður at fáa og Heiðrikur kemur at diska til tiltakið.
??ll sum luttaka fáa eina tasku sniðgjørd av Shisa Brand og flytikassar frá Betri. Møguleiki verður eisini at vinna ein Sveiggj ferðaseðil frá Atlantic Airways.
Luttakandi á tiltakinum kunnu keypa atgongumerkið til Lestrargonguna hjá MFS. Atgongumerkini kunnu keypast fyri serprís, 50 kr. (Nb. Bert eitt atgongumerkið pr. persón.)
Les meira um tiltakið á facebook: https://www.facebook.com/events/2163577287194576/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald