Ein pensjónsnýskipan er alneyðug, bæði tí at framskrivingar vísa, at samfelagið ikki hevur ráð at varðveita verandi pensjónsskipan, og tí at verandi pensjónir ikki eru nøktandi hjá teimum, sum ikki hava aðra inntøku ella aðra pensjón.
Fólkapensjónin
Fólkapensjónin í framtíðini skal setast saman av almennari fólkapensjón, útgjaldi frá Samhaldsfasta og eginpensjón. Tey flestu skulu klára seg uttan almenna fólkapensjón, tí útgjaldið frá Samhaldsfasta og eginpensjónin skulu vera so høg, at tørvur ikki er á aðrari eftirløn. Men neyðugt verður at geva teimum, sum ikki hava havt møguleika at gjalda nóg nógv inn til sína egininpensjón, eina munagóða fólkapensjón. Hesi eru m.o. tey, sum av onkrari orsøk ikki hava havt ella bert í avmarkaðan mun hava havt møguleika at vera á arbeiðsmarknaðinum.
Pensjónsaldurin
Eg haldi ikki, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin. ??ll skulu hava møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum, tá tey gerast 67, men øll skulu eisini hava møguleika at halda fram at arbeiða. Framsókn leggur dent á persónliga frælsið, tí skal tann einstaki sjálvur sleppa at gera av, nær hann gevst at arbeiða. Men tað er avgjørt ein samfelagsligur fyrimunur, um fleiri halda fram á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur.
Verandi fólkapensjón
Fyri at betra støðuna hjá verandi pensjónistum, so kunnu vit broyta treytirnar fyri at fáa fólkapensjón. Fólkapensjónin skæl hækka hjá teimum, sum ikki hava aðra inntøku ella lága inntøku, meðan tey við góðum inntøkum ella góðari eginpensjón fáa eina lægri fólkapensjón. Hægri útgjald frá Samhaldsfasta hevði eisini verið ein møguleiki at betra um støðuna hjá øllum fólkapensjónistum.
Framtíðin
Framsókn vil helst, at eginpensjónin gerst størsti parturin av samlaðu pensjónini. Men vit taka undir við, at útgjaldið frá Samhaldsfasta verður hægri, um hetta kann vera fortreyt fyri, at ein breið politisk semja fæst um pensjónsnýskipanina.
Hægri útgjald frá Samhaldsfasta kann harumframt lækka kravið um, at øll skulu gjalda 15% til egna eftirløn. Men vit mugu hava í huga, at stórur krónumunur kann vera á 15% av eini mánaðarløn á 20.000 kr og eini á 50.000 kr.
Framsókn fer at tryggja eina rættvísa og tíðarhóskandi pensjón.
Veljið Karl A. Olsen og Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald