Politikkur

Pensionistar hava uppiborið virðiligari viðferð

...

2018-09-28 06:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjáldan hevur orðaskiftið verið so vanvirðisligt, sum tá løgmaður, Aksel V. Johannesen, og Pauli T. Petersen, tingmaður fyri tjóðveldi, viðgjørdu uppskotið hjá Joen Magnus Rasmussen, tingmanni fyri fólkaflokkin.

Uppskotið hevur til endamáls at rætta skeivleikan í skattaskipanini. Í dag fáa pensionistar góð 40% av tí, sum teir eiga at fáa, meðan landið og kommunurnar fara við næstan 60%. Hetta er galdandi fyri tann partin, sumlønmóttakarin rindar!

Løgmaður segði í ramasta álvara, at tað var óseriøst at broyta skattaskipanina soleiðis, at landið og kommunurnar IKKI fóru avstað við nærum 60% av pengnunum, pensionistarnir annars áttu at fingið.

Ja, tú las rætt. Landið og kommunurnar taka næstan 60% frá pensionistum inn í skatti! Teir skatta skattapengar!

Hevur tú nakrantíð hoyrt so skeivt?

Uppskotið leggur upp til at skeivleikin í skattaskipanini verður rættaður, og at pensionistar fáa 2000 kr. meira um mánaðin, men tað vilja hvørki løgmaður ella Pauli T. Petersen hoyra nakað um. Sambært teimum er tað djúpt óseriøst at rætta skeivleikan, sjálvt um samgongan hevur økt útreiðslurnar við 1000 mió kr.!

Teir bestemma tíbetur ikki einsamallir. Vil tú eisini rætta skeivleikan?

So er tað bara at gera vart við teg. Ongantíð áður hava pensionistar fingið so óhøviska viðferð sum í dag, tá løgmaður og Pauli T. Petersen vanvirdu okkara pensionistar av tingsins røðrarapalli.

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder