Politikkur

Pennurin í hond rithøvundans

...

2018-07-31 07:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Pennurin er eitt neutralt amboð. Tann, sum onki dugir við einum penni, fær onki burturúr honum. Men gevur tú rithøvundanum pennin, kann hann við sínum listarligu gávum fáa hugin á flog hjá lesaranum.

Eins og pensilin í hond listamálarans kann skapa undurverk fyri eygum hyggjarans.

Tað eru gávurnar, sum gera munin millum tað vanliga og tað serstaka. Gávurík fólk ganga undan á flestu økjum í samfelagnum. Innan list, tónleik, ítrótt, mentan, andslív og.... vinnulív. Tey gávuríku og evnagóðu duga betri og fáa meiri burturúr enn onnur.

Eins og pennurin er amboðið í hond rithøvundans, er kapitalurin amboðið í hond vinnulívsins. Uttan penn er vónleyst at skriva. Uttan kapital er vónleyst at reka vinnu og skapa vøkstur.

Við kapitalinum megna gávurík vinnulívsfólk at skapa vøkstur, framgongd og arbeiðspláss.

Sitandi samgonga sýnist at hava virðing fyri fólkum við listarligum gávum. Stuðulin til mentan skal hækka, Hoydalar skal latast listafólkum og listaútbúgving verður sum nakað nýtt skipað á Fróðskaparsetrinum. Alt fyri pengar úr landskassanum.

Hinvegin sýnist samgongan ikki at hava nevniverda virðing fyri fólkum við gávum at reka vinnulív. Avgjøldini á vinnuna taka ongan enda. Vinnulívsfólk verða rikin aftur og fáa vátan vøtt frá samgonguleiðarunum.

Men hvør er í grundini munurin á gávuríkum listafólki og gávuríkum vinnulívsfólki? Í báðum førum er talan um fólk við samfelagsgagnligum talentum, sum brúka síni evni at menna samfelagið. Listafólkini ríka okkum immaterielt, meðan vinnulívsfólk ríka okkum materielt.

Um nú landsins myndugleikar taka amboðið úr hondunum á vinnulívinum, verður ongin vøkstur og virðisskapan. Tá er skjótt, at rithøvundar missa pennin og listafólk pensilin.

Við at taka kapitalin frá vinnulívinum tekur samgongan burtur grundarlagið fyri varandi vøkstri og virðisskapan. Tá hvørvur framtíðar haldførið og afturgongd stendur fyri durum. Tá hvørvur grundarlagið undir okkara vælferð og tá hvørvur tann góði familjupolitikkurin. Tá fer fólkatalið aftur at minka, arbeiðsloysið at vaksa og hall verður aftur á fíggjarlógini.

Løgmansrøðan 2018 vísir greitt, at samgongan ætlar at halda fram við at taka yvirskotskapital úr vinnuni og geva hann útaftur sum gávu til føroyingar. Hetta er at spæla við eld. Tí vinnulígur yvirskotskapitalurin er lívsneyðugur, um fólkini, sum samgongan sigur seg vera so góð við, skulu varðveita síni arbeiðspláss. Tey allarflestu vilja hava eitt gott arbeiðspláss við tryggari løn, heldur enn at liva av almannaveiting úr landskassanum. Men við førda politikkinum er vandi fyri, at fleiri missa arbeiðið og fara at liva av veitingum úr landskassanum. Tá er samfelagið vorðið sjúkt.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder