Politikkur

Pengar skulu játtast til grótkastið í Skopun

...

2020-02-07 16:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Pengar skulu játtast til grótkastið í Skopun.


Eg setti herfyri landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jørgen Niclassen ein spurning, um grótkastið í Skopun, og grótið í siglingarrennuni sum stavar úr grótkastinum.
Tíverri hevur landsstýrismaðurin ella helst okkurt ókunnugt embætisfólk misskilt spurningin, og tí verður í komandi viku nýggjur spurningur sendur landsstýrismanninum, sum skal svarast í Tinginum, um hetta fyri okkum álvarsmál.
Borgarstjórin í Skopun er í dag úti við grein um somu viðurskifti, og tøkk fái hann fyri tað. Jú fleiri gera vart við trupulleikan, jú betri.
Spurningurin hjá mær var um siglingarrennuna og grót í innsiglingin, sum stavar frá grótkastinum.
Svarið eg fekk varð um ognarviðurskiftini av Skopunar Havn.
Hetta havi eg ikki spurt um, men eftirsum hetta kemur upp, má eg útgreina hvussu hesi viðurskifti eru.
Grótið sum lagt varð uttanfyri norðara pierin eigur landið, hevur landið betalt fyri at fáa lagt har, og varð tað sum landsstýrismaðurin svarar at arbeiðið ikki varð gjørt liðugt, so varð tað landið sum ikki gjørdi arbeiðið liðugt í sínari tíð.
Hetta grótið er burtur nú, og er tað heilt átroðkandi at fáa lagt hendan verjugarðin aftur í summar og fáa bundið grótið saman við ketum ella veiri, bæði fyri at verja pierin fyri at hann ikki skal fara fyri onki, og eisini fyri at dempa alduna í innsiglingini.
Grótkastið á Símunarbukt eigur landið eisini, og hevur landið goldið fyri at lagt har. Hetta grótkastið hevur fingið nógv stór sár, og skal hetta ikki fara fyri onki krevur hetta ábøtur sum skjótast.
Fyri at halda eitt støðugt ferjusamband við Sandoynna, hevur landið seinastu árini av og á reinsa siglingarrennuna fyri grót, men ikki frægari enn so, at siglingarrennan ongantíð er reinsað ordiliga, so hon gjørdist líka góð sum tá landið gavst við arbeiðnum við at gera grótkastið. Fyri at halda støðuga og lívsneyðuga sambandi við Sandoynna mugu pengar brúkast, og arbeiðið gerast ordiliga.
Tað undrar meg stórliga at Landsverk sigur at grótkastið ikki er partur av rakstrarøkinum hjá Landsverki. Landið hevur goldið íløguna, og grótkastið er ikki matrikulera til Skopunar kommunu. So sjálvandi eigur landið grótkastið og Landsverk hevur ábyrgdina av at halda tað viðlíka. Undanstøkkingar kunnu ikki brúkast her, tað er at hyggja á kortal.fo hvør eigur hvat.
At bíða til mei mánaða við at kanna hvat gerast skal, kann ikki brúkast til nakað sum helst. Pengar skulu játtast til hesi arbeiðir, og tað kann bara Tingið gera við eini eykajáttan. Tingið fer til hús á flaggdegnum, so hesi viðurskifti mugu kannast her og nú, og nøktandi játtan og tíðarætlan fáast til vega.
Eitt er greitt, og tað er at tað hjálpir lítið at fáa meiri kapasitet at sigla um Skopunarfjørð, um skipini ikki sleppa trygt inn og út ígjøgnum siglingarrennuna.
Hesin trupulleikin má upp at venda her og nú, tí hetta málið skal loysast í summar.

Brandur Sandoy, Tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder