Mentan

Páskastevnan 2016

...

2016-03-22 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár verður boðið til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum.

Møtini vera frá skírhósdegi, 24. mars til 2. páskadag, 28. mars. Møtini skírhósdag og langa fríggjadag vera í Siloa kl. 18. Skírhósdag tala Jón Jacobsen og Leivur á Lakjuni. Langa fríggjadag tala Heðin Poulsen og Oddur á Lakjuni. Barnamøti verður í Siloa leygardagin 26. mars kl. 15.

Síðani verður farið í Ítróttarhøllina á Kambsdali leygardagin, har møti verður kl. 19. Jens C. Olsen og Klæmint Eliasen tala. Páskadag eru møti kl. 16, Elsa í Skorini og Ingvard Petersen tala, og kl. 19, Sámal Mikkelsen og Símun J. Hansen tala. Millum møtini er nátturði til øll.

Endað verður við eini sangløtu í Siloa 2. páskadag kl. 19. Har verður nógvur felagssangur og Siloakórið syngur.

Annars verða ymiskar sangkreftir á møtunum, m.o. sangarar úr Nebo, Sirikit Jacobsen og sangkórið í Betesda.

Ungdómsmøti verða langa fríggjakvøld kl. 21 í Siloa og í høllini á Kambsdali leygarkvøldið kl. 22. Skráin sæst á siloa.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder