Mentan

Páskaguðstænasta í Vestmanna kirkju

...

2016-03-23 14:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frá Vestmanna kirkju.

Nú stundar páskahátíðin til, og vit í Vestmanna kirkju vilja hervið bjóða børnum og foreldrum, ommum og abbum, og øllum hinum eisini, at koma í kirkju

Páskadag, 27. mars, kl. 11.00,

og hava eitt egg, sum tit sjálvi hava málað, við í kirkju. So leggja vit øll eggini í eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll í kirkjuni síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi páskadag.

Tit sleppa at taka tykkara egg við heimaftur til húsa, so tit kunnu rulla tey 2. páskadag, ella nær tit vilja. Afturfyri fáa børnini eitt sjokolátaegg frá Vestmanna kirkju.

Tit skulu hava 1 málað egg pr. barn við heimanífrá, og tit taka tað við heimaftur eftir guðstænastuna.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman.

Vestmanna Kirkja

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder