JN

Páskadagarnir í Meinigheitshúsinum í Havn eru avlýstir

...

2020-03-21 22:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at øll tiltøk, sum landsstýrið hevur sett í verk fyri at basa koronasmittuni, halda fram til eftir páskir, hevur leiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn avgjørt at avlýsa øll møtir á páskum.

??tlanini var at skipa fyri serligum páskadøgum, har Erik Nielsen, trúboðari í Danmark, skuldi koma at tala. Hesi tiltøk eru so avlýst, og tað eru øll onnur tiltøk í Meinigheitshúsinum eisini inntil víðari.

Lýst verður aftur, tá gongd kemur aftur í nógva virksemi í húsinum. Vit gleða okkum at samlast aftur og fáa gongd aftur á okkara fjølbroytta virksemi, sigur leiðslan í meinigheitini. Inntil tá ynskja vit øllum føroyingum Guds signing í hesi serligu tíð, við bøn um verju yvir okkara land og fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder