2021-05-10 12:32

Parkinsonfelagið skipar fyri almennum fundi í Ribarhús í Fuglafirði
Almennur fundur fyri fólk við parkinson, avvarandi og onnur sum hava áhuga fyri parkinson, verður í Fuglafirði í Ribarhúsið mikudagin tann 12/5 klokkan 18.30.
Almennur fundur fyri fólk við parkinson, avvarandi og onnur sum hava áhuga fyri parkinson, verður í Fuglafirði í Ribarhúsið mikudagin tann 12/5 klokkan 18.30.
Á skránni er felagssangur, fyrilestur og hugni.
Anna Berg Dánielsen, fysioterapeutur kemur at greiða frá parkinson venjingum.
John William Joensen, formaður í parkinsonfelagnum greiður frá felagnum, parkinson og viðger í Føroyum í dag.
Eisini fara vit at hugna okkum við felagsangi, kaffi, te og køkum.
??ll eru hjartaliga vælkomin!
Parkinsonfelagið á ferð kring landið.
Leygardagin 29. Mai kl. 14 skipar Parkinsonfelagið fyri almennum fundi í Hamrargarði í Vági.
Í Heyst er ætlanin at skipa fyri fleiri fundum kring landið.
Nærri lýst seinri.
Parkinsonfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald