
Pápi mín býr einsamallur í egnum húsum. Vegna egna heilsustøðu varmamma noydd at flyta út úr teirra felags heimi, orsaka av út av lagið vánaligumstuðulsmøguleikum og átøkum frá Almannaverkinum. Pápi mín hevurepilepsi. Hann fekk eitt herindi 14. mai í 2010, og varð innlagdur í fáar dagar.Síðan bleiv hann útskrivaður og sjúkraskrivaður í 14 dagar, við væntanum um,at hetta nokk skuldi laga seg. Hann var tá 57 ára gamal, hevði arbeiði og varfult arbeiðsførur. Komin heim, vísti tað seg skjótt, at eingin framgongd var athóma. Hann fekk feilviðgerð á Landssjúkrahúsinum, ið førdi við sær heilaskaðavegna iltmangul.
Skaðin førdi við sær, at hann nærum einki stutttíðarminni hevur, og er kognitivt ávirkaður; hettamerkir, at hann er ikki førur fyri at klára seg sjálvan í dagligdegnum, men megnar hetta við stuðli.Hann er fysiskt væl fyri, dámar væl takast við ymiskt, og er sera handaligur. Honum dámar væl atganga túrar, og hann er prátingarsamur.
Í løtuni eru 16 stuðulstímar fastlagdir um vikuna, hóast Vejleford Rehabilitering mælir staðiliga til athann fær 40 tímar um vikuna.
Støðan beint nú er, at summarferiutíð er í hondum, og vit, avvarðandi, tann 28. juni 2018 fingu boðfrá kontaktpersóninum, at lítli stuðulin pápi mín fær, verður munandi skerdur. Vit gjørdu stundisligavart við, at hetta er ótrygt og ikki nøktandi, við soljóðandi skrivi:
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald