Politikkur

Páll hevur sent Løgtingið í páskaferiu

...

2019-04-10 10:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Páll á Reynatúgvu, tingformaður, endaði í gjár tingfundin við, at hann ynskti øllum í tinginum góða páskaferiu. Við tí sendi hann eisini Løgtingið í páskaferiu. 

Hetta er ikki fyrstu ferð tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, sendir Løgtingið í feriu áðrenn tíð. 

Í 2017 sendi hann Løgtingið í summarferiu tí so stórar ósemjur vóru í samgonguni. Tað sum hendi í vikuskiftinum hevur eisini elvt til nógv rumbul í Tjóðveldinum, og tí kann hugsast at Páll á Reynatúgvu hevur sent Løgtingið í páskaferiu fyri at fáa tosað um tingini, sum eru í Tjóðveldinum í løtuni.

Annars skuldi skráin fyri Løgtingið verða henda í morgin:

Hósdagur, 11. Apríl 2019, kl. 11:00 - Vegleiðandi skrá

 

1.    Møguligar 2. viðgerðir

2.    Framløga

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder