Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin standa fast við ætlanirnar hjá Jenisi av Rana um at lata sendistovu upp í Ísrael. Farast skal undir arbeiðið longu í novembur mánaði. Endamálið tykist at vera, at landsstýrismaðurin heldur nógv av Ísrael og ynskir nógv og gott samstarv við landið. Sjálvandi skulu vit hava gott samstarv við Ísrael, tað høvdu vit eisini í undanfarna landsstýri. Men tað er langt frá góðum samstarvi til at lata sendistovur upp. Vit hava heldur ikki sendistovur í Norra ella Svøríki, hóast samstarvið við hesi londini er nógv og oftast serstakliga gott. Og skulu vit so lata sendistovur upp í hesum ymisku londunum, sum vit samstarva við, alt eftir hvussu nógv landsstýrismaðurin leggur í landið? Tað ber ikki til. Ein sendistova kostar nógvar pengar, og tað er at oyðsla virðismiklu skattakrónurnar.
Á fíggjarlógini 2020 eru játtaðar 1,6 milliónir krónur, og komandi árini er ætlanin at játta 3,5 milliónir krónur um árið til sendistovu í Ísrael. Samanlagt ætlar landsstýrið tí at brúka 12,1 millión krónur til eina sendistovu í Ísrael tað, sum er eftir av hesum valskeiðnum. Milliónirnar kundu farið til styttri bíðitíðir í heilsuverkinum, til at sett ferð á tunlarnar norður um Fjall, ja eg kundi nevnt eina ørgrynnu av økjum, har 12,1 millión høvdu gjørt stóran mun fyri vanliga fólkið.
Hetta endurspeglar tíverri samlaða fíggjarpolitikkin hjá samgonguni higartil. Undirskot er á fíggjarlógini longu áðrenn allar eykaútreiðslurnar av koronasmittuni, og mitt í hesi heimsumfatandi farsóttini, sum vit enn ikki kenna endan á, ætla Bárður, Jørgen og Jenis at brúka 12,1 millión uppá eina sendistovu í Ísrael. Heldur enn at seta krónurnar til síðis ella brúka tær til okkurt, sum kundi gagnað øllum føroyingum.
Tað gevur meining at hava sendistovu til dømis í ES, London, Moskva, Peking og kanska eisini í USA. Tí endamálið við teimum er at tryggja útflutningsvinnum okkara marknaðaratgongd til vørur teirra. At opna sendistovu í Ísrael hevur einki við marknaðaratgongd at gera. Tað er bara súmbolpolitikkur, sum arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur skulu betala fyri. Og tá noyðist eg at tala at.
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald