JN

??tolandi gangur rekur fólk frá húsi og heimi

...

2020-03-14 09:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klaksvíkar kommuna útsetir samt og javnt sínar borgarar fyri ótolandi gang. Fyrst 8 døgn við áhaldandi ágangi, og eftir bert tveimum døgum, vendi ótolandi gangurin aftur.

"Klaksvíkar Kommuna hevur ikki tikið málið í nóg stórum álvara", var niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni. Hóast at niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni var greið, og at Klaksvíkar kommuna segði seg at taka niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar, merkja borgarar í Ánunum onga broyting.

Tóm orð koma frá hægstu rók í býráðnum hjá Klaksvíkar kommunu. "Vit hyggja frameftir", segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, á seinasta fundi við Heimafrið fyri fáum vikum síðani.

Vit mugu staðfesta, at Klaksvíkar Kommuna als ikki hevur tikið málið í nóg stórum álvara og framhaldandi ikki ger tað.

Beint nú liggja somu skip, sum ferð aftaná ferð verður klagað um, í Ánunum. Hetta er stór skomm, at hetta heldur fram uttan avleiðingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder