Heitavatnshylurin á Landssjúkrahúsinum er lítil og ótíðarhóskandi, og tørvur er á dagførdum umstøðum til pínulinnan. Tað heldur Heðin Mortensen, sum hevur sett landsstýrismanninum við heilsumálum ein fyrispurning um evnið.
Eitt væl kent tilboð innan endurvenjing og pínulinnan er viðgerð í heitavatnshyli. Landssjúkrahúsið hevur í dag ein eldri heitavatnshyl, sum er lítil, og umstøðurnar rundan um eru ótíðarhóskandi. Hetta vísir Heðin Mortensen á í skrivligum fyrispurningi, sum hann í dag hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen.
- Tað eru nógv, sum stríðast við pínu í tí dagliga og sum hava tørv á regluligum viðgerðum í heitavatnshyli. Men hylurin er ótíðarhóskandi, og játtan er ikki til at hava hylin í brúk allar dagar í vikuni. Nú nýggjur sjúkrahúsbygningur er á veg, er tað áhugavert at spyrja, um ætlanin er at betra umstøðurnar fyri viðgerð í heitavatnshyli, sigur Heðin Mortensen.
Javnaðartingmaðurin spyr m.a. annað, um tað er rætt, at nýggi H-bygningurin ikki inniheldur heitavatnshyl til ergo- og fysioterapideildina. Og um so er, um tað ber til at fáa heitavatnshylin inn aftur í verkætlanina. Um hetta ikki ber til, so vil Heðin Mortensen hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at betra umstøðurnar á verandi hyli ella hækka játtanina til rakstur av verandi heitavatnshyli, so tilboðið er opið allar yrkadagar.
- Góð og støðug pínulinnan er altavgerandi fyri lívsgóðskuna hjá hundraðtals føroyingum. Tað mugu vit taka í størsta álvara. Tí vil eg hava at vita, um pínusjúklingar kunnu vænta sær betri ella fleiri heitavatnsviðgerðir í sjúkrahúsverkinum, sigur Heðin Mortesen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald