2016-03-23 21:56
KOLTUR skrivar á Facebook:
Í dag skriva vit søgu í Koltri. Dagurin 23. mars 2016, varð dagurin tá fyrstu ostarnir frá MBM, framleiddir úr føroyskari mjólk, komu út í Koltur at verða í røkt, ella liggja til ræsingar.
Ikki tí, tað er onki nýtt í at gera ost í føroyum tí tað varð ikki óvanligt at kyrna smør og gera ost bæði úr neyta og seyðamjólk. Men at lata ostin búnast ella ræsa, tað er nýtt og spennandi.
Tað er heldur ikki nøkur løtt uppgáva fyri MBM, at taka stigið, at fara undir ostaframleiðslu. Kappingin á matmarknaðinum er beinhørð og júst á ostamarknaðinum er ein ørðgrynna av vørusløgum í kappingini um kundarnar. Tí er umráðandi frá byrnan av, at góðska vøruna fram um kappingarneytarnar, og geva ostunum eina unikka søgu! Og ostarnir úr Koltri fara at hava sína heilt serligu søgu tá teir koma á marknaðin um einar 3 til 4 mánaðir ella so. Til dømis hava teir flogið í tyrlu, eru goymdir í gróthúsi Heimi í Húsi har fólk hava búleikast og virka síðani víkingatíð. Og teir fáa serstaka røkt undir heilt serstøkum umstøðum, í umhvørvi við reinari, frískari havluft.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald