Uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum um at gera eina varandi FAS-líknandi afturberingarskipan fyri flogfeløg var til viðgerðar í tinginum í gjár. Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum. Skal Atlantic Airways styrkjast, kann tað gerast við atøkja um partapeningin og ikki við fleiri serskattaskipanum.
At kalla alt vendir á høvdinum í hesum uppskotinum, sum als ikki er nóg væl lýst. Tað einasta vit við vissu vita er, at landskassin fer at missa inntøkur ??? í minsta lagi 12 mió. kr. um árið. T.d. er ikki lýst, at Føroyar ikki eru partur av frælsa flogøkinum í Evropa, og at hetta hevur við sær stórar avmarkingar fyri, undir hvørjum treytum skrásett flogfeløg í Føroyum kunnu virka í ES-londum. Avmarkingarnar tala sjálvandi fyri, at áhugin at skráseta flogfeløg í Føroyum helst verður sera avmarkaður.
Sjálvandi skulu vit gera okkara til, at flogfelag okkara hórar undan í hesi truplu tíð.
Men tað gera vit ikki við eini varandi serskattaskipan, sum eftirøllum at døma ikki fer at hava annað við sær enn, at landskassin viknar. Og harviðat færri pengar vera til heilsuverkið, skúlaverkið, eldraøkið, framfýsna orku- og umhvørvispolitikkin ella hvar tað nú er, landsstýrið noyðist at spara.
Hartil haldi eg taðvera seraóseriøst og átaluvert, at fíggjarmálaráðharrin og samgongan royna at sníkja skattaminkingar ígjøgnum í ringastu krepputíðum, heldur enn at t.d. gera eina heildarloysn fyri alla ferðavinnuna. Herundir Atlantic Airways.
Okkara svar í tíðum sum hesum skal altíð vera samhaldsfesti, munagóð vinnupolitisk átøk og framtíðar loysnir, ið geva okkum eitt burðardyggari og rættvísari samfelag. Tað gera vit ikki við uppskotum, sum gera landskassan uppaftur veikari, enn samgongan longu hevur gjørt hann við fíggjarlógini fyri 2020.
Lat okkum nú fáa eina loysn fyri Atlantic Airways, sum ikki er ein varandi serskattaskipan. Og um somu tíð fáa greiðu á, hvussu vit best fáa hjálpt og skipað ferðavinnuna komandi tíðina.
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald