Politikkur

Orðaskifti um umhvørvi

...

2019-09-25 14:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ikki meira enn rímiligt við tryggum lógarkarmum!

Men tað eru kommunurnar sum eiga havnirnar, og tað eru tey sum til eina og hvørja tíð eiga ábyrgdina!

Havnin og virksemið á staðnum, elva til fleiri keldur av óljóði og dálking. Motorarnir frá skipum og útbúnaður. Maskinur, vognar, bingjur og bilar. Farmur sum verður lessaður og fermdur. Vørða, sum skal lossast og lastast, Vørða sum verður viðgjørd. Skipaferðsla til og frá havnum. Trýstluftskipanir og køliskipanir. Verkstaðsarbeiði og høvuðsumvæingar.

Men hinvegin so kann óljóð eisini vitna um ágrýtni og virkishug og positiva ávirkan á nærumhvørvi, og niðurstøðan kann eisini verða tann, at ein havn uttan óljóð er ein deyð havn, og ein deyð havn gevur onga veiting ella meining, flutning ella arbeiðspláss, ella vøkstur til lokala umhvørvi.

Tað hevur ikki skapt nevniverduar trupulleikar at føroysku skipini lossa og umskipa. Heldur ikki at útróðarbátar sum koma av fiskileið, liggja við bryggju ella fara aftur á fiskileið. Tað er ikki har trupulleikin er. Heldur ikki er tað ein ???stórur??? trupulleiki tá stór føroysk fiskiskip liggja við bryggju, hóast undantøk kunnu verða, men tað ber til at avmarka hendan trupulleikan heilt munandi við rættari tøkni.

Tað eru ikki tey føroysku skipini sum eru høvuðstrupulleikin, heldur ikki í stóran mun flutnings skipini sum koma við farmi, men tað eru fyrst og fremst útlendsku skipini sum ikki skapa nevni verdan aktivitet yvirhøvur til føroyska arbeiðsmegi, men sum brúka havnina til at lossa farm sínámillum við bryggju - so at siga nátt og dag, halgidagar og gerandidagar. Bæði nívandi dálking og nívandi óljóð frá hesum skipum er eitt stórt vandamál fyri umhvørvi.

Tað sum hevur størsta týdning at arbeiða fyri, tað er at óljóð frá havinum verður avmarka, og dálkingin heilt heldur uppat - straks. Virkishugurin á havna økinum skal ikki verða ein trupulleiki fyri tey sum búgva nærhendis havna økinum, og tí er neyðugt at brúka bestu tøknina, so at virksemið ikki gongur út yvir friðin á náttartíð, og at nívandi dálkingin frá skipum ikki er til ampa fyri pinkubørn, foreldur og umhvørvi annars.

Tað eigur ikki at verða ein trupulleiki atbryggjukanturog fólk í umhvørvinum - rímiliga og lættliga kunnu liva saman, uttan stórvegis trupulleikar. Er viljin til tað, er eisini vón fyri framman.

Hesa uppgávuna at skapa trygd umhvørvi eigur lokali myndugleikin á staðnum, kommunan sum er myndugleikin, hevur skyldu at tryggja góðar og forsvarligar karmar fyri sínar borgarar.

Hin spurningurin um at Landsstýri og Løgting skipa fyri góðum og tryggum lógarkarmum á økinum er ikki meira enn rímiligt, men tað tekur á ongan hátt ábyrgdina frá kommunala myndugleikanum fyri ábyrgd. Tað eru tey sum eiga havnirnar, og tað eru tey sum eiga ábyrgdina!

Lasse Klein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder