Vit, borgarar í Ánunum, heita inniliga á býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi hjá íbúgvunum í Ánunum.
Gangurin frá Norðhavnini er mangan so ótolandi, at fleiri av okkum ikki fáa sovið við hús og tí javnan mugu flýggja aðrastaðni undan ganginum. Larmurin er so ógvusligur, at sjálvt børnini ikki fáa fulla hvíld um náttina. Børn gremja seg um høvuðpínu og fleiri av teimum vaksnu hava vaml og høgan puls, tá ávís skip liggja inni.
Vit hava øll okkara dagligu uppgávur at røkja við arbeiði og skúla. Á Edmundstrøð húsast eisini arbeiðspláss við starvsfólki, sum somuleiðis ávirkast av ganginum. Vit eru fleiri, sum merkja, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og arbeiði.
Í løgtingslóg um skynsamiliga bygging stendur í § 1, stk. 2, at ???bygningar skulu byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mál, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.??? Vit vilja vísa á, at húsini í Ánunum lúka treytirnar í lógini, men at heilsa okkara er hótt uttanífrá.
Vit leggja dent á, at fyri okkum er gangurin frá ávísum skipum álvarsligur heilsuvandi.
Ánirnar 23. juli 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald