Undanfarna samgonga, sum Miðflokkurin var partur av, ja faktisk tungan á vágskálini, samtykti at byggja nýtt skip til Nólsoyar. Á løgtingsvalinum 1. Septembur 2015 fekk undanfarna samgonga á 39 av 141 atkvøðum. Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hildu seg vilja nólsoyingum væl, men eftir valúrslitinum at døma vóru nólsoyingar ikki nøgdir við okkara politikk.
Tey, sum nú sita í samgongu, fingu 100 atkvøður frá nólsoyingum, sum er 70% av øllum atkvøðunum í Nólsoy. Javnaðarflokkurin trífaldaði sínar atkvøður úr 13 upp í 39. Javnaðarflokkurin hevur síðani sitið fyri samferðsluni. Tað fyrsta, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn gjørdu, var at vraka samtyktina hjá undanfarnu samgongu um nýggja nólsoyarferju. Og nú hækka Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ferðaseðlaprísirnar út til Nólsoyar. Hesir flokkarnir, sum fingu dyggastu álitisváttan nakrantíð frá nólsoyingum!!
Nólsoyingar eiga at vita, at samgongan situr við valdið uttan at hava vald. Samgongan reypar av at vera ein minnilutasamgonga, men fær ikki gjørt nakað sum helst við støðuna á Strandferðsluni. Var talan um eina stjórn, sum hevði Løgtingið aftanfyri seg, hevði málið kunnað verið loyst við einum fíggjarnevndarskjali uppá 5 minuttir!! Men heldur enn at skriva út val, so politiska skipanin aftur fær virkað og rættað upp á skeivleikar í samfelagnum, velur samgongan at sita skeiðið út uttan at kunna gera nakað sum helst við nakað sum helst. At týðandi samfelagsfunktiónir verða raktar, hevur fyri samgonguna minni týdning, samanborið við fløvan frá stólunum í Tinganesi.
Eitt kunnu vit í Miðflokkinum tó lova nólsoyingum. Fáa vit tykkara stuðul til komandi val, fara vit sjálvandi at reka sama skilagóða politikk, sum vit gjørdu undan hesi samgongu.
Fyri at fáa greiði á óskilinum hjá samgonguni, havi eg í dag sett landsstýrismanninum í samferðslumálum hesar spurningar:
1.Hvussu nógv kostaði tað Strandferðsluni at keypa Alpha Pilot, rigga hann til og seta hann í sigling millum Gomlurætt og Hest?
2.Hvussu nógv hevur raksturin av leiðini kostað higartil í ár?
3.Hvussu hevur landsstýrismaðurin fíggjað keypið og raksturin?
4.Hvussu nógv skal Strandferðslan spara fyri at fáa játtanina fyri 2019 at halda?
5.Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at játtanin kemur at halda?
6.Tekur landsstýrismaðurin undir við spariætlanini hjá Strandferðsluni, sum millum annað inniber at hækka ferðaseðlaprísirnar á nólsoyar- og suðuroyarleiðini?
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald