JN

Opið bræv frá Giktafelag Føroya

...

2014-11-23 00:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TIL SJ??KRAH??SLEIÐSLUNA OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

UM ÍKOMNU ST??ÐUNA Á GIKTA??KINUM

AV TÍ AT GIKTAL??KNIN HEVUR SAGT SEG ??R STARVI

Støðan á giktaøkinum í Føroyum í dag er tann, at um ein góðan mánað er eingin serlækni í giktasjúkum í starvi í Føroyum. Dugnaligi og væl umtókti serlæknin, sum eisini tosar og skilir føroyskt, og sum fegin vildi arbeitt í Føroyum burturav, fer úr starvi sínum her, um eingin loysn verður á støðuni.

Giktafelag Føroya spyr tí við hesum brævi myndugleikarnar, um umstøðurnar eru ella verða broyttar nú, soleiðis at giktalæknin kann halda fram í starvinum?

Við verandi giktalækna í føstum starvi í mun til útlendska helst danska konsulenttænastu er fyrimunurin, at bíðitíðin til giktaviðgerð ikki er so long, og sjúklingarnir sleppa undan, at endurtaka sína sjúklingagongd og heilivágnýstlu fyri serlæknanum ferð eftir ferð. Við øðrum orðum, at viðgerðin er samanhangandi, so sjúklingarnir vita, hvør lækni hevur ábyrgdina av viðgerðini ella broytingum í viðgerðini.

Teir umleið 1500 giktasjúklingarnir í Føroyum hava kent seg tryggar og í góðum hondum við verandi giktalækna í føstum starvi.

Hóast eyka peningur nú er játtaður til heilivág, er ótryggleiki framvegis. Arbeiðisumstøðurnar hjá giktalæknanum eru ikki nøktandi.

Vit krevja, at giktalæknin fær góð kor at virka undir og nøktandi arbeiðisviðurskifti yvirhøvur, so at hann kann verða verandi her í sínum núverandi starvi, og at giktsjúk fáa ta viðgerð, sum tey hava rættindi til.

Giktafelag Føroya heitir á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Tórshavn 22.11.2014

Giktafelag Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder