
Vit leita eftir starvsfólki til flogsamskipanina til at samskipa og ráðleggja flogferðslu og manning av flogførum.
Tað verður tín uppgáva at
- Taka tær av dagligu samskipanini av flogferðslu og manning
- Samskipa og samskifta í sambandi við broytingar í flogferðsluni
- Ráðleggja arbeiðstíð hjá manningini á flogførunum
- Samskifta við veitarar og onnur flogfeløg (B2B)
- Optimera raktsturin av manningarviðurskiftum
- Taka tær av øðrum umsitingarligum uppgávum
Um teg
- Tú hevur skrivstovu- ella logistikútbúgving
- Tú hevur góð greiningarevni og sera góðar KT førleikar
- Tú gongur høgt uppí at halda reglur og trygdarviðtøkur á økinum
- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
- Tú varðveitir yvirlit, tá ið á stendur
- Tú dugir føroyskt, skandinaviskt og enskt
- Tú hevur reina revisváttan
Um starvið
Á deildini avgreiða vit og hava eftirlit við allari flogferðslu og tryggja, at flogferðslan gongur so smidliga sum gjørligt. Ferðin er ofta høg, og optimering av manning og flogførum hevur ein avgerandi leiklut.
Vit bjóða
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning. Tú fert at samstarva tvørturum deildir við fleiri ymiskar fakbólkar, og er hetta samstarv avgerandi fyri at náa einum góðum úrsliti.
Setan
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Vaktir eru alt samdøgrið; eisini um vikuskiftið og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.
Vilt tú vita meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Jóhan Mikkelsen, virkandi flogsamskipanarleiðara, á tlf. +298 21 37 84 ella á [email protected] ella til Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 ella á [email protected]
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 03.02.2020. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald