Politikkur

Onkur skal stýra

...

2020-11-09 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit liggja á 29.plássið tá talan er um skattaprosent - 26.plássið, tá ið talan er um barnafrádrátt, av 29 kommunum. Skattartrýstið er hægst í Vága kommunu.

Tá ið talan er um inntøka pr. borgara liggja vit á 26.plássið, tað er væl lægri enn eg hevði væntað. Veit ikki ítøkiliga hvat orsøkin er! ??? Um vit høvdu sama inntøkugrundarlag sum t.d. Sørvágur (16.pláss) ??? høvdu vit havt 11,3 mió meira í kassanum, um árið! (Tá er roknað við sama skattaprosenti)!

Vit á Borgaralistanum halda ikki, at høgur skattur og lágur barnafrádráttur, er leiðin framá, tí hava vit sum mál ??? at lækkað skattin stiðvíst til 21,0 % í 2025 ??? og at hækkað barnafrádráttin til kr. 7.000,00 stiðvíst í 2025!

Ber tað til? Jú tað ber til! Men tað krevur at onkur má stýra skútini, sum hevur fíggjarligt vit og skil, og klárar at standa í móti.

Í byrjanini í mínum skeiðið sum borgarstjóri,2009 - 2012, fóru vit undir at leggja eina langtíðarætlan. Hendan langtíðarætlan er nú løgd framm til 2030. Umsitingin hevur lagt sína egnu langtíðarætlan, við einum skattaprosentið uppá 22 %.

Eg trúgvi uppá framtíðina! Tí havi eg valt at hækkað inntøkurnar frá 2022, tí eg vænti og vóni, at tá er komið gongd aftur. Eg havi í mínari langtíðarætlan lækkað skattaprosentið stigvíst niður á 21,0 % og hækkað barnafrádrátt til kr. 7.000. Eg havi valt at spara í rakstri frá 2022.

Um vit gera løgur fyri 105,0 mió, herav skúlin umleið 65,0 mió!

Verður skuldin 109,0 mió í 2023 ??? svarandi til 1,11 álíkning í skuld! At gera skúlan í tveimum kann kosta upp móti 10,0 mió eyka.

Gera vit bara 2.byggistig, verður skuldin 83,0 mió, og pláss verður til 15,0 mió til aðrar íløgur.

Vit koma niðurundir aftur eina álíkning í 2026, um skúlin verður gjørdur liðugur! Eg farið um eg verið valdur at skjóta upp at byggja skúlan í einum, full semja er ikki um tað!

Um skattaprosentið verður óbroytt 22 %, sum helst verður eitt krav um allur skúlin skal gerast liðugur. Verður skuldin 106,0 mió í 2023, og vit koma undir eina álíkning longu 2024. Møguleiki verður í næsta valskeiði aftur at gera stórar íløgur, og lækkað sktattin!

Vit kunnu vænta at kommunukassin verður undir trýstið næstu nógvu árini, men tað er ljós fyri framman.

Tað er neyðugt við einum góðum borgarstjóra og góðum fólki at stýra Vága kommunu.

Gott val!

Vel Albert Ellefsen 

Vel Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder