2019-11-16 17:08
Tað finnast ongar haldgóðar grundgevingar fyri at lata eina sendistovu upp í Ísrael. Og slett ikki í Jerusalem. Tí gjørdist eg ikki sørt skakkur av viðmerkingunum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum.
Tað gagnar ikki Føroyum búskaparliga, politisk ella diplomatisk at opna eina sendistovu í Jerusalem. Tvørturímóti kunnu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana elva til bæði eina politiska og diplomatiska kreppu. Harafturat er tað kostnaðarmikið og kann seta trygdina hjá okkum í vanda.
Viðmerkingarnar hjá Jenisi av Rana skaða ikki bert altjóða umdømið hjá Føroyum, men skaðar eisini sambandið millum Føroyar og Danmark. Tað setur kílar í Ríkisfelagsskapin.
Í Føroyum er stórur politiskur meiriluti fyri, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir. Men tað krevur, at Føroyar føra ein virðiligan og ábyrgdarfullan uttanríkispolitikk.
Um, og bara um, tað yvirhøvur kemur til, at Føroyar opna eina sendistovu í Ísrael, so skulu Føroyar sjálvandi fylgja ???tí europeisku linjuni??? og staðseta sendistovuna í Tel Aviv, sum danski forsætisráðharrin eisini vísti á, tá hon vitjaði Føroyar herfyri.
Vegna Edmund Joensen, fólkatingsmann fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald