2020-05-08 11:15

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8403 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 186 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald