Politikkur

Ongar barnaváttanir

...

2021-04-15 19:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samgongan vil ikki samtykkja uppskotið hjá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, um barnaváttanir, og vil heldur bíða eftir landsstýrinum. Djóni Nolsøe Joensen heldur tað vera hugstoytt, at løgtingið ikki átekur sær ein virknan leiklut í at steðga kynsligum ágangi móti børnum.

Fyrr í árlegði Djóni Nolsøe Joensen fram eitt uppskot til samtyktar um barnaváttanir. Endamálið við uppskotinum er at gera tað lógarkravt, at allir stovnar og felagsskapir, sum eru um børn og ung, skulu krevja reina revsiváttan frá starvsfólkum og sjálvbodnum.

- Seta vit í verk barnaváttanir verður bundið um heilan fingur, so at ongin ivi er frá starvsbyrjan, um viðkomandi hevur verið dømdur, greiðir Djóni Nolsøe Joensen frá.

Nú er kortini greitt, at uppskot neyvan verður samtykt, tí samgonguumboðini í rættarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið. Tey skriva, at tey heldur vilja bíða eftir landsstýrinum, sum arbeiðir við líknandi uppskoti.

-Heldur enn at løgtingið setir landsstýrismanninum greitt signal og krav um at steðga ágangi móti børnum, velur man heldur at átaka sær passivan leiklut og bíða eftir landsstýrinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, og heldur fram:

- Seinastu tíðina hevur kjakið um ágang móti børnum av álvara tikið seg upp, og tað er mín greiða fatan, at vit øll ynskja at gera alt fyri at steðga hesum ágangi. Tí skilji eg als ikki, at samgongan velur at vera ímóti uppskotinum.

Uppskotið um barnaváttanir fer til 2. viðgerð í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder