Gott kvøld og hjartaliga vælkomin til henda lokala veljarafundin.
Um fýra dagar fáa vit øll høvi at greiða okkara skyldu og seta okkara kross á blað. Vit skulu velja 33 fólk á ting. Valstríðið hevur koyrt allan mánaðin og vit eru spent at gera okkara ávirkan. Listin er langur og vit hava heili 179 valevni at velja ímillum. Harafturat hava vit 9 flokkar/listar, so vit hava 188 valmøguleikar í alt.
Hvat skulu vit velja? Hvussu plaga fólk at velja?
Fólk velja eftir hugsjón ella relatión
Vit velja eftir høgra/vinstra, samband/loysing og eisini eftir virðum, t.d. etisk virðir. Nógv velja eftir kyni og mong velja persónar sum tey eru slekt við ella kenna ella hava álit á. Og nøkur velja lokalt. Mangan er tað ein blanding av fleiri faktorum, sum ger av hvar krossurin verður settur.
Vit ynskja, við hesum veljarafundinum, at fáa vágafólk at fylkjast um at velja vágafólk. Leygardagin skrivaði Georg H. Hansen á JN og vísti á at 55% av atkvøðunum í Vágum, fóru til fólk uttanfyri oynna, ella til listar, tvs. at bara 45% av atkvøðunum, fóru til vágafólk. ??rslitið varð at vit fingu 1½ umboð á ting. Ein beinleiðis valdan og ein eykamann. Suðuroyggin hevur 4. og Norðoyggjar hava 5 tingfólk.
Norðlýsið skrivaði 8/8 um ójavnan av almennu køkuni. Greinin hevur yvirlit, sum vísir at 86% av útreiðslunum/íløgunum til bygging, fer fram í Streymoynni, ímeðan Vágoyggin bara fær 1%. Varð hetta býtt eftir fólkatalinum, skuldu vit fingið 6,3%
Eru vit vágafólk ov tolin? Eru vit ov bleyt? Kunnu vit gera nakað við hetta? Ja, tað kunnu vit. Vit kunnu velja vágafólk á ting. Um vit standa saman um hetta, so kunnu vit fáa 2 ella trý fólk beinleiðis vald. Hesi kunnu so virka fyri at vit fáa minst 6,3% av almennu køkuni.
Vit eru trý fólk, sum hava tikið stig til hendan fundin. Tað eru Elin Doris á Mýrini og Elsebeth Davidsen og so eg sjálvur. Vit umboða bæði kynini, tríggjar bygdir og eru frá 32 til 51 ára gomul. Eg gruni at vit eisini velja tríggjar ymiskar flokkar. Men vit velja lokalt.
Birita Sandberg Samuelsen kemur at stýra fundinum, sum verður skipaður soleiðis:
??ll valevnini fáa høvið at profilera seg at byrja við.
Síðani fara vit yvir til evnini, sum eru trý í talið. Tey eru Samferðsla, Vinna og Býtið av almennu køkuni. Eftir hvørt evnið, verður høvið hjá áhoyrarunum at spyrja og viðmerkja.
Til seinast runda vit av við 15-20 min. til kjak, har øll hava høvið at gera viðmerkingar og seta spurningar, eisini um onnur evnir.
----------------
Vegna Elin Doris á Mýrini, Elsebeth Davidsen og meg sjálvan skal eg takka fyri í kvøld.
Velji ikki bara eftir hugsjón ella relatión. Velji lokalt, og latið ikki tykkara atkvøðu gerast eina hvørvisjón.
Latið okkum harafturat fáa vágafólk aðrastaðni, at velja vágafólk, so kunnu vit fáa ??? ikki bara tvey, men trý, ella fýra umboð úr Vágoynni á ting.
Takk fyri øll somul og gott val.
Vit enda við at syngja tjóðsangin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald