
Bóndin á Oyrareingjagarðinum - Jóannes Debess - gevst nú at hava neyt.
Jóannes er 50-ára gamal, hann hevur arbeitt á garðinum frá tí at hann var blaðungur, tey fyrstu nógvu árini saman við pápa sínum - ??la Christian Debess - Jóannes sigur, at hann hevur umhugsað støðuna eina tíð og hevur nú tikið avgerð um at gevast við neytahaldinum. Tað eru júst 19 ár síðan nýggja fjósið á Oyrareingjum varð tikið í brúk, eitt sera framkomið fjós. - neytini fóru inn 8. mars í 2001.
Mjólkikvotan, sum var 276.000 litrar, er seld trimum ymiskum bøndrum, ímeðan neytini eru seld til Viðareiðis og nøkur til Eyðanstovugarðin í Sandavági.
Garðurin á Viðareiði, sum Niels Absalonsen, Rói Absalonsen, Dánjal Absalonsen og Esmar Sørensen eru saman um, keypir 50 neyt av Oyrareingjum, mjólkineytini og nøkur ungneyt fóru avstað í gjár. Garðurin á Viðareiði hevur eina mjólkakvotu uppá 960.000 litrar.
Oyrareingjagarðurin ber orð fyri at hava góða mjólk, teir hava tey seinastu árini fingið nógv heiðursbrøv fyri bestu mjólk, vit taldu á skrivstovuni í fjósinum í gjár, har eru 15 heiðursbrøv fyri bestu mjólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald