Hvør er komin við pengum til Føroyar. Tað eru Reiðarar, fiskimenn, landarar, flakafólk,
Føroyingar sum hava siglt við norskum, íslendskum og Donskum skipum, í frálandavinnuni, eisini eru nógvir Føringar, sum hava arbeitt uttanlands. Politistar og onnur donsk lønt, og ikki skulu vit gloyma blokkstuðulin.
Tey seinastu 30-40 árini hevur alivinnan, eisini útflutt fyri nógvar milliardir. Ferðavinnan er komin við nakað av peningi seinastu 10 árini. Eisini eru fleiri smærri fyritøkur, sum útflyta nakað, onkur er nokk gloymdur.
Allur hesin peningur, sum er komnin til landi, hesi seinastu 100 ár frá hesum vinnum, hava gjørt Føroyar til eitt valfera samfelag.
Nú havi eg sitið í einum koyristóli í 7 ár, og eg vil takka hesum fólkum fyri, at eg fái mína fyritíðar pension.
Allir hesir pengarnir eru farnir í umferð, til arbeiðsfólk, handverkarar, og nógv onnur, hava gjørt, at vit hava fingið eitt gott sjúkrahúsverk, barnagarðar, skúlar, lærarar, kontórfólk og nógv annað.
Vegir, tunlar, ítróttarhallir, svimjihallir, ítróttarvøllir og mangt annað, er eisini gjørt fyri hesar pengar.
Ikki skulu vit gloyma løn til løgtings, landsstýrisfólk og umsitingina.
Nakrir búskaparfrøðingar, hava so nógv ímóti, at nakrir fiskimenn, í okkara høvuðsvinnu, fáa góða inntøku, ein sigur, at fiskivinnan er ein útreiðsla fyri Føroyar. Eg haldi, í hesum førið, kemur øvundsjúkan framum útbúgvingina.
Í nógvum førum eru tað, tey sum hava gingið longst í skúla í Danmark, og fingið mest frá SU, sum eru mest ímóti okkara høvuðsvinnu.
Eg haldi eisini, at vit skulu loysa frá Danmark, men ikki enn.
Fyrrverandi fiskimaður og skipari
Eyðun Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald