2021-01-19 07:53

Í løtuni eru tað nógv, sum venda sær til sjúkrahúsini og aðrar almennar myndugleikar fyri at sleppa skjótari fram at at koppseta seg fyri koronu. Mannagongdin er einføld: ??ll fólk fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, tá ið tey standa fyri tørni.
Í løtuni eru tað heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum, sum fáa í boði at verða koppsett.
Tá ið koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum, hevur verið neyðugt at taka støðu til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast. Raðfestingin kann lesast her.
Á heimasíðuni corona.fo ber eisini til at lesa meira um koppsetingina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald