Miðflokkurin sigur m.a. í síni valskrá at: ??? ??ll børn hava rætt til mammu og pápa???. Henda sjálvsagda rætt hava børn ikki í dag, tí í okkara samfelagi eru pápar, sum hava mist rættin til síni børn. Mist páparættindi eru eisini mist barnarættindi.
Pápar eru veiki parturin í stríðnum um børnini, og ofta geva teir upp, tí at teir kenna seg maktarsleysar og verða indoktrineraðir við orðum sum t.d. at neyðugt er at hugsa um ???barnsins besta???. Men børn hava brúk fyri pápa sínum, og skulu tí hava rætt til at vera saman við honum, eins nógv og saman við mammuni. Mín áheitan á pápar er, at tit mugu ikki gevast ar berjast fyri tykkara børn. Tey hava brúk fyri tykkum.
Pápar verða álagdir at gjalda barnapening, men fáa ikki javnbjóðis rættindi at vera saman við sínum børnum. Mangir av hesum pápum eru so illa fyri økonomiskt, at teir illa nokk hava ráð til mat á borðið. Kortini verður teimum álagt at gjalda barnapening, sum kanska barnið ongantíð sær, ella fær ágóðan av.
Eg fari at arbeiða fyri, at pápar skulu fáa somu rættindi til síni børn, sum mammurnar hava í dag.
Fyrsta stig verður at geva pápum, sum hava mist rættin til síni børn, dupultan botnfrádrátt. Næsta stig verður at dagføra lóg og mannagongdir, so tað verður tryggja, at barnið hevur rætt til bæði foreldrini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald