2018-06-30 08:51

Fyri hálvum árið síðani var stór oljudálking í sambandi við, at EFFO bunkraði í tanga við tyrlupallin, sum Landsverk varðar av.
Tilbúgvingin á Tvøroyri kom tá til hjálpar og gjørdu tað teir megnaðu fyri at minka um dálkingina.
Nú hálvt ár aftaná, er uppruddingin ikki fingin frá hondini, tó at allir partar vita hvør støðan er á oljudálkaða økinum. Partarnir í her verur sipa til eru: EFFO, Landsverk, Løgregla, kommunan og umhvørvisstovan.
Myndin vísir støðuna, men er hettar ikki nokk til, at partarnir koma upp úr stólinum og vísa ábyrgd.
Niðurstøðan má tí vera, at umhvørvi ikki verður serliga høgt raðfest her á landið.
Reidar Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald