Olja ella ikki?
Sum komandi húsaeigari er tað við stórum áhuga at eg havi fylt kjakinum viðvíkjandi ???grønari orku???, sum verði hevur seinastu tíðina. Eg loyvi mær at koma við nøkrum viðmerkingum ella tonkum eg, sum komandi húsaeigari, havi gjørt mær.
Oljufýring
Kjaki hevur mest snúð seg um at fólk skulu skifta frá olju til aðrar orkukeldur. Sera lítið hevur verði tosa um tá nýggj hús skulu byggjast.
Stjórin á Magn hevur gjørt seg til talsmann fyri at oljufýringin er eins grøn og aðrar hitaskipanir, av tí at aðrar skipanir flyta oljubrúki yvir á SEV, sum brennur tungolju. Hesum hevur hann rætt í, men tað er onki sum forðar fyri, at SEV fær krav um at reinsa roykin, soleiðis at roykurin er eins reinur, sum tann, ið kemur frá oljufýringum. Hetta verður kallað Scrubber, og er tað eitt, ið nógv skip eru farin at brúka, nú reglurnar um útlát eru herdar fyri ymisk øki. Hesi skip brenna somu tungolju sum áðrenn, men av tí at roykurin verður vaskaður, so er hann eins reinur, sum frá skipum, ið brenna gassolju. Hví onki krav er set um, at SEV skal reinsa roykin er mær óskiljandi.
Hitt er at ein oljufýring tendrar ofta í gjøgnum ein dag. Hvørja ferð tendra verður so koma nógvir partiklar í luftina sum eru sera vandamiklir. Hetta av tí at byrjanin av brenningini ikki er nóg rein og heit. Hetta við partiklum er kent frá diesel bilum. Krav er um at allir nýggir diesel bilar hava eitt partikulfyltur fyri at sleppa undan hesi dálking. Kanska hetta eisini skuldi verði krav til oljufýringar?
Eitt sum ikki nógv hevur verði at hoyrt um, men sum eg haldi er umráðandi at hugsa um, er at ein oljufýring brúkar olju. Sjálvandi! Men hvar kemur henda oljan frá? Oljan skal innflytast úr útlandinum, og hevur eina neiliga á virkan á handilsjavnan hjá Føroyum. Handilsjavnin er munurin millum hvussu nógv verður innflutt og útflutt. Tað er umráðandi at tað verður útflutt fyri meira enn tað verður innflutt. Føroyar eru bundnar at einum heimsmarknaði sum er sera svingandi, og er við til at stuðla øllum oljuframleiðandi londum í heiminum. Hava vit t.d. hug at stuðla Iran og Saudi Arabia?
Oljan er sera svingandi í prísi. Hetta er ein ótryggleiki hjá teimum sum hava eina oljufýring. Síðani 2008 er prísurin hjá SEV fyri hvønn kWh hækkaður 38 oyri. Oljuprísurin er í sama tíðarskeiði hækkaður og lækkaður fleiri kr. pr. litur. Hetta ger at útreiðslurnar til upphiting við olju kunnu hækka sjálvt um roynt verður at spara. Júst nú er oljuprísurin sera lágur, men hann kann skjótt hækka aftur. SEV er eisini tengt at oljuprísinum, men prísurin er ikki nógv hækkaður hjá SEV hóast sera svingandi oljuprísir. SEV arbeiðir eisini nógv við at minka um oljunýtsluna og eru komnir um 50% marki fyri orku frá varandi orkukeldum.
Prísurin í Føroyum á gassolju til upphiting er sera lágur samanborið við t.d. Danmark, sum vit so væl dáma at samanbera okkum við. Í Føroyum er avgjaldi á gassolju 80 oyru í Danmark er avgjaldi 320 oyru. Ein munur uppá 2 kr. og 40 oyru. Grundin til hesi avgjøld í Danmark er fyri at fáa fólk at velja aðrar orkukeldur. Í Noreg er avgjaldi 168 oyru í NOK. Hví vera hægri avgjøld ikki eisini innførd í Føroyum. Tað finnast nógvar aðrar orkukeldur enn júst oljufýringin. Eisini kundi avgjaldi verði lagt á nýggjar uppsetingar. Bæði tá nýggj hús vera bygd og tá gamlar oljufýringar skulu skiftast. Hetta vil eisini eggja fólki at fara burtur frá oljufýringum.
Í Danmark er longu nú bannað at seta nýggjar oljufýringar upp, um møguleiki er at brúka aðrar orkukeldur. Í Noregi arbeiða tey við sama mál skal vera rokki í 2020. Eru danskara og norðmenn teir sum ikki vita at oljufýringin er tað rætta, ella eru tað vit føroyingar sum mugu skifta hugsunarhátt?
Hví skal Noregi sum eitt oljuframleiðandi land velja at bannað oljufýringini?
Hví hevur Danmark, sum kallar seg eitt ???grønt land???, bannað oljufýringini?
Kanska vit í Føroyum skuldu hugsa um tað sama!
Orkuvarðin
Tosa hevur eisini verði um orkuvarðan. Men her hevur kjaki mest verði um gomul hús og lítið tosa um nýggj hús. Tá nýggj hús vera bygd er tað ein sjálvfylgja at tey eru væl bjálva. Eisini eru øll nýggj el tól sera orkusparandi og nógv brúka LED ella spari perur. Hetta eru tvey tey fyrstu stigini í orkuvarðanum. Tað triðja stigi er at endurvinna hitan. Nógv nýggj hús vera bygd við ventilatiónsskipan sum endurvinnur hitan. Stig 4 er at kortleggja og finna útav brúkinum av orku. Og tað 5 stigi er at velja eina upphitingarskipan.
Sum sagt eru lætt at koma upp til stig 4 tá nýggj hús vera bygd. Tí skal tað eggjast til, at vald verður ein varandi orkukelda til stig 5. Men hetta er líka sum drukna í kjakinum, tí so nóg fokus hevur verði á tá fólk skulu skifta oljufýringina út, við okkurt annað. Hví ikki royna at fáa fólk at velja oljufýringina frá byrjan av?
Fjarhiti
Læs fyri stuttum um at Fjarhitafelagið arbeiðir við at útbyggja, so skipanin røkkur oman til Landssjúkrahúsið. Hetta er ein gongd leið, tí fjarhiti er eisini meira grøn enn tá fólk hava hvør sína oljufýring. Hetta sjálvt um olja verður brúkt. Fjarhitaskipanin koyrir meira effektivt enn ein oljufýring fyri hvørt hús. Kanska aðrir býir sum t.d. Klaksvík og Runavík/ Saltangará/ Glyvrar kundu gjørt tað sama?
Hitapumpur
Ein jarðhita skipan er tann dýrasta skipanin at fáa sær. Henda kostar uml. 150.000,. kr. við holi og øllum. Holið er ???ævigt??? so kanska rætti prísurin er nærri 75.000,- kr. Ein luft til vatn er bíligar, og ein luft til luft er bíligast.
Eini møguleiki fyri at minka um oljunýtsluna er um ein oljufýring bleiv hjálpt við einari luft til luft hitapumpu. Hetta kundi verði gjørt í nýggjum og gomlum húsum. Hetta hevði verði við til at minka oljunýtsluna, samstundis sum íløgan ikki er so stór?
Hvat tað almenna skal gera
Her er mítt uppskot til hvat tað almenna skal gera fyri at fáa fólk at flyta seg frá olju til varandi orkukeldur.
1. Avgjald á nýggjar oljufýringar, bæði til nýggj og gomul hús, so tað betur loysir seg at velja aðrar orkukeldur.
2. Møguliga bannað nýggjum oljufýringum um ikki aðrar orkukeldur vera nýttar saman við oljufýringini.
3. Onki MVG og avgjald á skipanir sum nýta varandi orkukeldur.
4. Krav um at nýggj hús vera bjálva væl, og endurnýtslu av hitanum.
5. Avgjald hækkast á olju til upphiting
6. Bíligari el prís til skipanir við varandi orkukeldum.
7. Kanna møguleikan fyri fleiri fjarhitaskipanum.
Mítt val
Eg havi valt at fáa mær ein jarðhitaskipan í míni nýggju hús. Hetta vali er IKKI tí at tað er ???grønari??? enn oljufýringin. Vali hjá mær snýr seg um at hugsa longur enn 10 ár fram. ??ll vita at oljan ikki varir ævigt. Samstundis eru bara 14 ár til málið hjá SEV um 100% varandi orku. Hví gera eina íløgu í eina oljufýring sum so aftur skal skiftast út seinni. Betur er at gera íløguna beinanvegin í varandi orkukeldur.
Prísurin á olju er sera svingandi. Hetta haldi eg eri sera ótrygt sum húsaeigari. SEV hevur víst at teir klára at halda ein meira javnan prís. Samstundis stuðli eg SEV, so SEV betur fær ráð at gera íløgur í varandi orku, og samstundis hjálpi eg uppá handilsjavnan við ikki at innflyta eins nógva olju, tí SEV klára at nøkta orkutørvin við varandi orku meira enn 50%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald