Politikkur

??li B ??? bert við listum, lótum og lygnum

...

2021-01-17 22:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??li Breckmann hevur gjørt burtur av sær við tveimum lortaspannum á VP. Tann fyrra var var eitt álop á alla heimspressuna og annars øll, ið seta spurnartekin við Donald Trump og ultra høgraradikalan politikk. Hin seinna, sum var enn fúlari, var eitt aftursvar til Sjúrð Skaale, sum hevði funnist at tí fyrru greinini.

Við hesum báðum greinum ger ??li Breckman seg til eins stóran demagog og fyrimyndin hjá honum handan hav, Donald Trump. ??ll vinstravend verða gjørd til órein og ónýtilig menniskju, og í síni sansaleysu konspiratiónsherferð vendir hann alt á høvdið.

Báðar greinarnar eru so villeiðandi og ósannnar, at ein øtast. Men endamálið er akkurát eftir bókini hjá Donald Trump ??? og ??la Breckmann sjálvum: Tak eina lygn upp aftur og upp aftur, óteljandi ferðir, so verður tað tann heilagi sannleikin hjá fjepparafjøldini, líka mikið hvat boðskapurin og innihaldið er.

Lygnin er hvassasta svørið hjá ??la, so uttan at blunka heldur hann í síni fúlu skriving upp á, at meginparturin av ófriðarkroppunum, sum brutu inn í amerkonsku Kongressina 6. januar, og elvdu til ein sorgarleik, har fimm fólk mistu lívið, vóru Antifa-fólk og frá Black Lives Matter (BLM).

Felagsnevnarin í báðum greinunum er eitt botnleyst hatur til tann politikkin, ið vil samhaldsfesti og sosialt rættvísi. Og øll vinstrumegin miðjuna verða konsekvent koyrd í sama pott, tey eru marxistar og kommunistar.

Men hvat er orsøkin til, at ??li Breckman í síni sansaleysu og svagligu herferð ímóti sosialismuni ongantíð nevnir norðurlendsku vælferðasamfeløgini, íroknað hansara heimland Føroyar, sum prógv fyri, at samhaldsfastur og sosialt rættvísur politikkur kann rigga og tað væl? Og hvat er tað, sum ger, at Stavnamaðurin alt sítt lív hevur niðurgjørt og hatað okkara demokratisku sosialismu og konsekvent brukar ódemokratiskar sonevndar sosialistiskar einræðisharrar í eitt nú Venesuela og Nikaragua og stammuhøvdingar í Afrika sum ???prógvini???, ið skulu sannføra føroyskar veljarar um, hvussu ræðulig okkara sosialdemokratiska skipan er?

Orsøkina kenna flest øll, ið upplivdu stórheitstíðina hjá Dagblaðnum, málgagni Fólkafloksins, við Stavnamanninum við róðrið.

Har fór ein systematisk útspilling av ørðvísi hugsandi fram. Gekk tú í ulpu, sum nógvir menn tá gingu í, so var tú sosialistur ella kommunisur. Hann brúkti Dagblaðið sum sín politiska spilliklút, og orsakað av hesum fór Dagblaðið at enda so logandi á heysin.

Upp á sama máta brúkti hann R7 sum sín politiska spilliklút. Sjálvur lurtaði eg eftir R7 við hvørt, tí har vóru eisini áhugaverdar sendingar. Men setti eg yvir á R7, og ??li Breckmann var vertur, sløkti eg beinanvegin lurtitólið.

Skrivingin í Dagblaðnum mótvegis serliga Javnaðarflokkinum vísti, at hann hataði Javnaðarflokkin eins og tann samhaldsfasta politikkin, flokkurin stóð fyri.

Í dag munnu tey flestu ásanna, at var tað borgarligi politikkurin, sum slapp at ráða tá, og seinni tann enn meira asosiali og víðgongdi høgrapolitikkurin hjá ??la Breckmann, so hevði føroyska samfelagið ikki verið at líkna tí, vit kenna í dag.

Stóra fyrimyndin hjá hesum blaðskrivaranum, ið oysur gor og gall oman yvir alt og øll, er USA. Har eiga 5 prosent av fólkinum 95 prosent av øllum ognum. Vanligi borgarin har stendur og gapar og fer at flenna, tá hann hoyrir, at her hjá okkum hava vit 5 vikur feriu um árið við løn. Tey trúgva tí ikki.

At vit hava eina barsilsskipan, har kvinnur og í avmarkaðan mun menninir eisini kunnu ganga heima við løn, tað skilja tey heldur ikki. At vit hava eina arbeiðsloysisskipan, har vit nú fáa 80 prosent av lønini, um vit gerast arbeiðleys, tað skilja tey heldur ikki. At vit kunna fara til lækna uttan at gjalda fyri tað, tað skilja amerikanarar heldur ikki .

Okkara ungdómur skal ikki gjalda fyri sínar útbúgvingar, men fær hinvegin fíggjarligan stuðul, meðan tey eru undir útbúgving. Tað kostar als einki hjá føroyskum børnum at ganga á musiksúla o.s.fr.

Fyri skjótt hundrað árum síðani legði táverandi danski statsministarin, Thorvald Stauning, lunnar undir tað, sum skuldi gerast ein vælferðarskipan, sum okkara samelag og tess borgarar ikki høvdu viljað verið fyri uttan, nú vit skriva 2021.

Her heima kunnu vit fyrst og fremst takka okkara politiska stórmenni Peturi Mohr Dam, sála, fyri, at henda skipan eisini gjørdist veruleiki í Føroyum.

Var tað tann borgarligi politikkurin, ið Fólkaflokkurin og tann afturhaldssinnaði Sambandsflokkurin stóðu fyri ta tíðina fyri stívliga 60 árum síðani, tá ið Petur Mohr Dam tók um styrisvølin í Tinganesi, so høvdu vit neyvan nakrantíð sæð farran av ALS, Samhaldsfasta, barsilsskipan o.s.fr.

At lyfta Føroyar upp á eitt sømiligt støði, hvat sosialari trygd og vælferð viðvíkur, var ikki løtuverk. Tí mótstøðan var stór.

At tað eydnaðist hjá Javnaðarflokkinum fyrst at leggja lunnar undir størsta politiska nybrotið í føroyskari politiskari søgu, ið báðir teir stóru borgarligu flokkarnir av fyrstan tíð vrakaðu, fyri síðan at telva politiskt ímóti somu flokkunum, ið vóru javnstórir við Javnaðarflokkin, tað má sigast verða eitt politikt bragd av dimensiónum.

Her eigur tøkkin tó ikki minst at fara til ta trúgvu veljarafjøld, ið flokkurin hevur havt øll hesi árini. Hon eigur sín stóra part av heiðrinum fyri, at Javnaðarflokkurin megnaði politiskt at telva seg har til, at vit í dag hava kanska tað besta, samhaldsfasta samfelagið í heiminum.

Men í eygunum hjá ??la Breckmann er alt hetta av tí ringa, og nú kann hann so brúka hendingar úti í heimi at kynda undir sítt hatur. Har eigur hann eisini nógv samsint at hata saman við ??? og tíverri eisini nøkur her heima.

Handritið er skrivað frammanundan, so tey altíð hava sínar sjálvrættvísu frágreiðingar, sama hvat hendir.

Longu undan forsetavalinum í 2016 segði Donald Trump, at bara valsvik kundi vera orsøkin, um hann tapti ímóti Hillary Clinton.

Valskipanin í USA er soleiðis, at tað ræður um at vinna flest valmenn, sum verða valdir í hvørjum stati sær, og ikki flest atkvøður samanlagt í øllum landinum. Tí vann Trump í 2016, men tá tað gjørdist greitt, at Hillary Clinton hevði flest atkvøður tilsamans í øllum landinum, so var hann skjótur at siga, at hetta var júst tað, hann hevði spátt. Hann hevur líka síðani hildið fast um, at tað bleiv svikað við valinum.

Hann brúkti somu uppskrift aftur 2020. Tapti hann valið, so var tað tí, tað var svika við úrslitinum, kunngjørdi hann langt undan valdegnum. Hetta sjálvt um allar veljarakanningar undan valinum vístu, at Joe Biden fór at vinna valið.

Valið bleiv tó meira javnt, enn veljarakanningarnr spáddu. Nakrir fáir svingstatir, sum Trump hevði vunnið allar í 2016, blivu avgerandi. Men tá avtornaði, tapti hann teir allar hesa ferð. Biden vann teir allar og harvið forsetavalið. ??rslitið fyri alt landið vísti eisini, at Biden hevði fingið stívliga sjey milliónir atkvøður meira enn Trump.

Beinanvegin tað gjørdist greitt, at Biden hevði vunnið svingstatirnar, fóru konspiratiónsteoriirnar í gongd. Serliga var tað Georgia, ið søguliga næstan altíð hevur verið repulikanskur, sum fekk øði í grindina. Atkvøðurnar í Georgia blivu taldar umaftur ikki færri enn tríggjar ferðir. Við sama úrsliti hvørja ferð.

Tá ið ein vanliga borgarligur suðurstatur sum Georgia er um at gerast sosialistiskur, kemur skjálvtur sjálvandi á ??la Breckmann og aðrar Trump-fjepparnar. Tí sambært honum eru allir statir, sum demokratarnir vinna, vinstrahallir í alla framtíð.

So Stavnamaðurin veit væl, at hetta kann gerast byrjanin til endan hjá republikanska flokkinum. Hann veit, um nakar, at heldur henda gongdin fram, so fer undirtøkan hjá flokkinum niður í eina helvt innan tvey-trý áratíggjur.

Ein stór grund til hetta er, at tað mest eru ungar familjur, sum flyta til fleiri av teimum gomlu republikansku statunum, og stórur partur av hesum familjunum eru lágløntir innlytarar, sum hoyra til til lægru miðalstættina. Tey eru ófaklærd, sum mugu taka til takka við einari minstuløn upp á einar 35-40 krónur um tíman, og tí eru fleiri teirra noydd at hava tvey kanska trý størv fyri at kunna lívbjarga sær og sínum. Í heimsins ríkasta landi. Her er stættarmunur við lít.

Men slík fólk eru oftast vinstravend, og væntast kann, at tað verða teirra eftirkomarar eisini. Soleiðis er tað, um ??li Breckmann vil tað ella ikki.

Í sama andadrátti sum hann ákærir Antifa og BLM fyri at standa á odda fyri innrásini á Capitol Hill, smæðist hann ikki fyri at gera brúnjakkarnar, høgrasinnaðu bølmenni Hitlers, til sosialistar. Einaræðisstjórnirnar hjá Mussolini í Italia og Franco í Spania verða nevndar ávikavist facistar og falangistar av Stavnamanninum, í staðin fyri at kalla tær høgraradikalar stjórnir, grundaðar á júst somu ideologi, ið hann sjálvur sum sjefideologur Fólkafloksins í meira enn ein hálvan mansaldur hevur hálovað.

Altráur sum hann er at geva hesum høgrabølmennunum annan identitet, so gloymir ??li Breckmann sín góða vinmann Pinochet. Tá Dagblaðið var í hæddini, hevði kilenska bølmenni Pinochet ongan ídnari verja í øllum heiminum enn Dagblaðið við ??la Breckmann við róðrið. Vit eru eisini nógv, ið minnast hansara verju av suðurafrikanska apartheidsamfelagnum.

Í royndini at glorifisera demagogin og politiska lyguvættið Donald Trump, skýriri ??li Breckmann at kalla allar fjølmiðlar vinstravendar og óálítandi. Hann nevnir millum annað KVF, DR, BBC, MSnB, CNN, ABC, NBC, NYT, WP.

Goebbels, høgra hond Hitlers, sigst verða størsti demagogur og spunasmiðjur í seinastu øl, kanska nakrantíð. Hann megnaði at rúnarbinda alla ta týsku tjóðina, og uttan hann hevði Hitler ikki fingið tað vald og megi, ið var nær við at geva honum valdið á øllum heiminum eisini.

Men Goebles kom ikki upp á hælsinuna á Donald Trump. Ja ??li, ???bert við listum, lótum og lygnum??? fekk Trump eitt so frægt val, sum hann fekk.

Eisini ??li Breckmann roynir seg við uppáhaldinum um umfatandi valsvik, millum annað við brævatkvøðum frá deyðum fólki.

Republikanararnir royndu at finna prógv fyri hesum. Millum annnað við at fara á gátt hjá einari 94 ára gamlari kvinnu, sum teir hildu vera deyða. Tað skuldi prógva alt tað øgiliga valsvikið, men ólukkutíð, kvinnan møtti repuplikansku rannsóknarfólkunum í hurðini, spillivandi, og segði seg hava valt Joe Biden.

Tað er ikki eydnast Trump og hansara viðhaldsfólki at leggja eitt tað einasta prógv um valsvik á borðið.

Eg veit ikki, um ??li Breckmann eisini heldur bretska tíðarritið The Economist vera vinstravent og part av øllum konspiratiónunum ímóti Trump og hansara viðhaldsfólki eins og øðrum høgraradikalum politikarum og politiskum skipanum. Um ikki, og um hann heldur, at konservatisman sum ideologi er við at fara fyri bakka, so kundi hann kanska fingið okkurt boð upp á orsøkirnar við at lisið hetta tíðarritið.

Á sumri 2019 ??? meira enn eitt ár undan forsetavalinum ??? var ein altjóða ráðstevna um nationalkonservatismu, og hvat tað merkir at vera konservativur. Ráðstevnan var av nógvum, ikki minst konservativum viðmerkjarum, hildin at vera tann mest áhugaverda og týdningarmiklasta politiska hendingin tað summarið yvirhøvur.

Í tí sambandinum skrivaði The Economist, at tað er tann reaktionera nationalisman, sum hóttir konservatismuna, soleiðis sum hon er vorðin uppfatað í tí enskt talandi partinum av heiminum seinastu 200 árini.

Og sambært greiningini hjá blaðnum eru høvuðssyndararnir politikarar sum amerikanski forsetin Donald Trump, bretski Boris Johnson, ungarski Viktor Orban, brasilski Jair Bolsonaro og franska Marie Le Pen.

Tað eru sostatt eftir øllum at døma konservativir oddvitar, ið eru størsta hóttanin ímóti konservatismuni og ikki uppfunnin trøll vinstrumegin poltisku miðjuna.

Frank Davidsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder