Harra formaður!
Fortreytirnar fyri hesum nýggja áratígginum vóru søguliga góðar. Tað staðfesti eg í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld.
Og tveytúsund og tjúguni byrjaðu eisini væl.
Tað var, sum í yrkingini hjá Mikkjali á Ryggi um ein roktúr til útróðrar, har fiskur var á hvørjum jarni:
»so hvørt ein innan stokkin hekk,
hin næsti krók í knokkin fekk.«
Hendan myndin er góð. Og hon lýsir væl støðuna, sum var í Føroyum um ársskiftið.
So hvørt, sum eitt arbeiði var innanborða, ja, so var tað næsta klárt at draga inn um stokkin. Soleiðis var í øllum vinnum, og vánirnar til árið vóru øgiligar.
Her var logandi íverksetarahugur. Rokaðar bingjur út í heim við fiski og laksi. Og ferðavinnan var klár til sítt besta ár nakrantíð.
Vit høvdu fulla ferð.
Men. Brádliga broyttist alt!
Júst sum tað eisini ger hjá Mikkjali á Ryggi:
»Nú leita allir bátar til landa,
tí luftin gerst so grim og grá,
og illslig skýggj í erva standa,
so veðurskifti væntast má;
tað sæst á øllum líkindum,
hann kemur ei við mýkindum.«
Og vit kunnu nú staðfesta, at hann kom ikki við mýkindum. Ongantíð hava vit upplivað nakað líknandi.
Tað er ikki løgið, at ótryggleiki og ótti kom á fólk.
??tti fyri at verða smittað.
??tti fyri at bera smittuna víðari.
Og ótti fyri, at ein av okkara nærmastu skuldi verða raktur.
Best sum sólin skein sum bjartast, gjørdist luftin grim og grá ??? og veðrið skifti.
Tað var ódnarróður. Men áralagið var framúr, semja var um kósina ??? og øll somul settu á, alt tey vóru ment ??? fólk, vinna og myndugleikar. Og samgonga og andstøða arbeiddu væl saman.
Gamlaárskvøld hevði eingin okkara droymt um, hvussu illveðrið fór at herja hetta várið.
Avbjóðingarnar hava kravt ??? og krevja framvegis ??? nógv av okkum øllum.
Seinastu dagarnar hava vit, sæð hvussu lúnsk sjúkan er, og hvussu hon støðugt bankar uppá, eisini her heima hjá okkum.
Men hjá mær er eingin ivi.
Vit fara framhaldandi at klára tað.
Vit hava eitt sterkt og sunt vinnulív, ið megnaði at rógva víðari, meðan tey oystu upp á lívið.
Búskapurin er sterkur og tryggur ??? og tað sama eru skipanirnar, sum lofta teimum, ið hava størsta tørvin.
Fólkatalið veksur støðugt, og fráflytingin hevur seinasta árið verið søguliga lág.
Nógv gongur framvegis væl.
Men summi merkja sviðan.
Tíverri hava nøkur mist arbeiðið seinastu mánaðirnar. Arbeiðsloysið er ikki bara eitt tal. Tað eru fólk og familjur, sum verða tveitt út í óvissu - og missa inntøku. Tað kann kennast ótrygt.
Men eingin, sum missir arbeiðið, fellur í fríum falli. Vit hava eina sterka arbeiðsloysistrygging. Og undir koronu spentu vit eitt eyka trygdarnet út undir samfelagið við trimum hjálparpakkum.
Hartil gav tað tryggleika, at bankarnir góvu góðar sømdir, tá ið á stóð.
Harra formaður!
Føroyar hava ikki altíð havt samhaldsfastar skipanir. Einaferð stóðu menn í sjálvdrátti. Fekst tú nógv, átti tú nógv. Fekst tú einki ja, so átti tú einki ??? sama hvør orsøkin var.
Men nú munnu øll vera samd um, at vit skulu fáa hjálp, tá ið lívið upp á skift rakar okkum meint.
Vit eru errin av vælferðarsamfelagnum, Føroyum.
Tryggleiki er krúnan ??? og búskapurin er grundvøllurin.
Búskapurin, sum við ársbyrjan var upphitaður, er nú kólnaður nakað, men hann er tíbetur framvegis sterkur.
Tí eri eg bjartskygdur, hóast eitt ilsligt skýggj myrkir um.
Vinnulívið og fíggingarstovnarnir eru sterk. Almenna skuldin er lítil, landið eigur tøkan pening, og grunnar, sum landið varðar av, eru væl fyri.
Men ??? lat meg siga sum er: Hetta er eitt serligt ár. Og eins lítið, sum vit vistu um hetta farna vár, vita vit um hetta komandi heyst.
Eg havi seinastu tíðina mangan grundað:
???Var hetta tað????
???Fer smittan at breiða seg aftur????
???Og hvat gera vit, um so er????
Men her eru eingi svar. Vit vita ikki, hvat ið hendir ??? og nýggj vitan um koronu kemur støðugt undan kavi.
Henda óvissan kann kennast ótrygg.
Og júst tí leggja vit doyðin á at reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk.
Tí hildu vit eitt sindur aftur undir koronu - og brúktu væl minni av skattgjaldarans peningi enn grannalondini.
Tað var ein tíð fyri -, ein tíð við - og ein tíð verður eftir koronu, og longu nú er greitt, at hall verður á fíggjarlógini.
Fortreytirnar hjá samgonguni, ið tók við farna heyst, eru grundleggjandi broyttar.
Illveður kom á, og nú ræður um at tora at stýra. Avgerðir mugu takast ??? eisini í eini knappari vend ??? men tær skulu takast við varsemi og umhugsni.
Tí skulu vit koma trygt ígjøgnum koronu, má grundleggjandi vælferðin ikki verða sett í vanda.
Kanska fara broytingar og betringar ikki at ganga so skjótt, sum ynskiligt. Kanska kunnu vit ikki seta so nógvar pengar av, sum vit høvdu ætlað okkum. Og kanska verða ikki øll ynski mótvegis tí almenna gingin á møti.
Men eitt er vist.
Tað skal verða gott at liva og virka í Føroyum.
Tí heldur landsstýrið fast um íløgurnar kring landið. Tær tryggja arbeiði, og at virksemið heldur fram.
Men at tora at stýra merkir eisini at tora at hyggja at nýggjum leiðum ??? og nýggjum loysnum.
Fólkið í Føroyum vil hava minni tos og meiri handling. Vit kunnu ikki tosa okkum til framburð.
Vit fara tí at broyta skipanir og bygnaðir, sum ikki longur geva bestu úrtøkuna.
Privata vinnan skal kunna bjóða tí almenna av, har tað er til fyrimunar fyri borgaran, og nakrar av almennu tænastunum verða útveittar, um tað er ein fyrimunur fyri føroyingin.
Eisini mugu vit hyggja at rakstri og bygnaði hjá landinum.
Tað er til dømis ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg. Tí er tað í nøkrum førum skilabest at einskilja fyritøkur ??? og í øðrum førum tryggja, at kappingin millum almennu partafeløgini og privatar fyritøkur verður jøvn.
Skulu vit framhaldandi vera í fremstu røð, mugu vit politikarar skapa røttu karmarnar, góðar arbeiðsumstøður og menning. Tað skal bæði vera rúm fyri hugflogi og fjølbroytni.
Somuleiðis hyggja vit at nevndum og ráðum, og vit fara at umskipa og avtaka fleiri teirra.
Landsstýrið vil troyta nýggjar leiðir. Tí verður eitt vakstrarforum stovnað, sum skal birta undir nýhugsan, íverksetan, grønan vøkstur og vælferð.
Talgildu Føroyar er eitt ítøkiligt dømi um nýhugsan og íverksetan, sum kann tryggja spennandi vitanararbeiðspláss - og skumpa undir enn størri búskaparvøkstur.
Harra formaður!
Í nýggjársrøðuni tosaði eg um gerandishetjur í Føroyum ??? óvitandi um, hvønn ovurstóran týdning júst gerandishetjurnar fóru at fáa hetta árið.
??ll tit, sum støðugt andøvdu, meðan samfelagið annars legði árarnar inn, eru høvuðsorsøkin til, at vit higartil eru komin so væl ígjøgnum hesa farsóttina.
Við Heilsufrøðiligu starvsstovuni á odda kunnu vit rópa okkum »heimsmeistarar í testing«.
Oman fyri 36.000 kanningar eru gjørdar, og tær hava ??? saman við uppsporing og avbyrging ??? avmarkað smittubreiðsluna í samfelagnum, og tað hevur givið tryggleika.
Vit virkaðu rætt í tøkum tíma, og tá ið báturin onkuntíð rak av ýtinum, róðu vit skjótt afturá aftur.
Og ivaðist onkur frammanundan, ivast eingin longur.
Vit mugu hava eitt dygt og trygt heilsuverk, sum bæði kann lekja og lofta.
Og skal heilsuverkið lofta, er neyðugt við eini viðgerðartrygd.
Vit vilja hava, at fólk verða útgreinað skjótt ??? og eingin skal bíða longur enn 30 dagar eftir viðgerð. Vit arbeiða longu við at greina og almannakunngera bíðilistarnar ??? og sjúklingurin skal fylgjast upp. Hetta verður grundarlagið undir viðgerðartrygdini.
Og tað verður eisini tryggari hjá diabetikarum í Føroyum. Saman við Novo Nordisk grunninum fara vit at bøta um viðgerðartilboðini.
Ein royndarskipan, ið bjóðar teimum 15???35 ára gomlu ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, fer eisini at muna væl og hjálpa fleiri sálarliga.
Um nakrar dagar byrjar ein sálarfrøðingur og sosialráðgevi á ADHD-klinikkini á Psykiatriska deplinum.
Málið er, at bíðitíðin, sum fyrr í ár var upp til trý ár, skal fáast niður á tríggjar mánaðir næsta árið.
Vit vilja betra um møguleikarnar hjá teimum, ið av sjúku ella skaða hava mist førleika, at endurvinna mistu førleikarnar. Størri orka verður brúkt til endurvenjingartænastur í sjúkrahúsverkinum, og skjótt verður eitt endurvenjingartilboð til parkinsonsjúklingar sett á stovn.
Heilsuverkið skal raðfestast, tí vit vita, at likamlig sjúka ikki bara rakar likamið, men eisini sálarheilsu, familju, arbeiðslív og fíggjarviðurskifti.
Fyri at lætta um hjá teimum løntakarum, sum gerast álvarsliga sjúkir í longri tíð, til dømis krabbameinssjúklingum - leingja vit tíðarskeiðið við sjúkradagpengum.
Harra formaður!
»stokkut er stundin, til sjóvarfallið vendir,
eydnan á útróðri skiftir ofta brátt. «
So beinrakið falla orðini hjá Mikkjali á Ryggi ??? og hjá okkum kundi gingið galið, tá ið sjóvarfallið vendi. Tað gjørdi tað nógvastaðni. Men vit eru higartil sloppin væl, tá ið um heilsuna ræður.
Afturfyri hava ávísir partar av vinnuni rindað dýrt. Og ferðavinnan varð harðast rakt.
2020 skuldi verða besta árið hjá ferðavinnuni ??? við prýðiligum hotellum og nýggjum tilboðum. Men metárið er skift um við óviss útlit hjá øllum teimum mongu, sum starvast í ferðavinnuni.
Hjálparpakkarnir hava munað væl ??? og tíbetur fjølgast ferðafólk nú aftur í Føroyum, so hotellini fyllast.
Leingi hava ferðavinna, festarar og fjallafólk fregnast um meginreglur fyri gongd í haga. Í heyst leggja vit uppskot fyri tingið, har vit vilja finna røttu javnvágina við landbúnaðinum øðrumegin ??? og rættinum at ferðast í náttúruni hinumegin. ??ll skulu kenna seg trygg við ætlanirnar.
Til dømis verða ásetingar um gjøld og gjaldsheimildir, so at ferðavinnan hevur støðugar, javnbjóðis og tryggar karmar.
Aftrat tí skal ferðavinnan geva avkast um alt landið, og peningur skal falla til økini, har virksemið er. Vit skulu verða betur at gagnnýta møguleikarnar í ferðavinnuni alt árið við at betra førleikarnar.
Ferðavinnan skal verða bæði búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg.
Somu treytir seta vit alivinnuni, sum heldur á at vaksa.
Nýggjastu ætlanirnar við aling á landi og á opnum havi eru spennandi og kunnu vónandi geva skjótari framleiðslu og minni lúsa- og sjúkutrupulleikar.
??ti í heimi veksur tørvurin á matvørum. Eisini frá sjógæti og aling. Um vit, sum eru umgyrd av havinum, ikki troyta henda møguleika, so verða tað onnur - og tá er ikki vist, at tað verður gjørt burðardygt.
Landsstýrið tekur undir við Heimsmálunum hjá ST.
Tá um umhvørvið ræður fáa vit ikki fleiri møguleikar, og røttu avgerðirnar skulu takast nú.
Eitt stig á leiðini er náttúrumargfeldislógin, sum skal verja og varðveita ta føroysku náttúruna og tað lívfrøðiliga margfeldið.
Eitt annað stig er at seta ferð á grøna orkuskiftið, umframt at týðandi stig verða tikin í orku- og veðurlagsarbeiðinum í heyst.
Vit skulu fáa fleiri at framleiða tann grøna streymin, so tær stóru íløgurnar liggja á fleiri herðum og ikki bara á almennu kassunum. Hetta skal koma umhvørvinum, samfelagnum og brúkaranum til góðar.
Fyri at røkka málinum um 100% varandi orku á landi í 2030 skulu íløgur gerast fyri einar 5 til 10 milliardir. Tað krevur at fleiri eru við at lyfta!
Men skulu privatar fyritøkur fáa javnbjóðis atgongd til elnetið hjá SEV fyri at framleiða grøna orku, krevst fult gjøgnumskygni. Tí skal elnetið hjá SEV skiljast frá hinum virkisøkinum, so at vit betur gjøgnumskoða, hvat netparturin kostar.
Vit eggja áhaldandi brúkaranum til at leggja um til reinar orkukeldur ??? eitt nú við at endurrinda MVG???ið til hitapumpur og elbilar.
Men nærum helmingurin av føroyska útlátinum stavar frá skipum. Tað er tí eitt risastórt grønt framstig, at fleiri nýggj og framkomin skip eru á veg í flotan. Tey fara at dálka munandi minni enn eldru skipini.
Harra formaður!
Javnan hoyra vit fólk greiða frá, hvussu ótrygg tey kenna seg, tá ið tey koyra á vegum og tunnlum kring landið.
Tað skal sjálvandi takast í álvara. Og tað skal sjálvandi bøtast um.
Tí hava vit sett væl meira pening av til at røkja landsvegirnar kring landið.
Tað fer at muna væl, nú bæði eysturoyartunnilin og nýggi hvalbiartunnilin skjótt verða lidnir.
Undirsjóvartunnilin til Sandoynna er hálvboraður, hol verður sett á Dalstunnilin og ferð er eisini sett á tunlarnar norður um Fjall og fámjinstunnilin.
Fyri at samferðslukervið kann verða útbygt skilabest og tryggast, gera vit eina langtíðarætlan, sum raðfestir hvørjir vegir, tunlar, bygningar og skip skulu verða gjørd næstu 10 árini.
Harra formaður!
»Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir«, sigur orðafellið.
Men eingin føroyingur eigur at stúra fyri, hvørt hann hevur nakrastaðni at gista, og hvørt familjan hevur tak yvir høvdið.
Málið er greitt: Bústaðarmøguleikarnir í Føroyum skulu gerast betri. Vit vilja vera við til at tryggja fjølbroyttar bústaðir til allar føroyingar.
Tað gera vit best við at lyfta í felag. Bæði alment og privat. Bara soleiðis fáa vit nøktað átrokandi tørvin.
Vit vilja eggja privatu vinnuni at gera íløgur í føroyska bústaðarmarknaðin við at javnseta tað almenna og privata.
Bústaðir skulu framhaldandi hava ein týðandi leiklut. Eftir ætlan fáa Bústaðir heimild at læna 400 milliónir kr. til at seta gongd á nýggja bygging.
Helvtin ??? 200 milliónir krónur ??? skal brúkast til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, nýtt barnaheim, lestrarbústaðir og vardar bústaðir ??? herundir búfelagsskapir og sambýli.
Hin helvtin verður brúkt til at byggja vanligar leigubústaðir. Av hesum verða 100 milliónir kr. settar av til vanligar bústaðir í teimum økjum í landinum, har grundarlag ikki er fyri kapping.
Eg vóni, at privata vinnan gerst virknari á bústaðarmarknaðinum. Eitt nú kundi eitt samspæl millum pensjónsfeløg, fakfeløg, bankar, privat feløg og Bústaðir birt upp undir nýggjar fíggingarmøguleikar.
Tí tess fleiri møguleikar, vit hava, tess størri ávirkan kunnu fólk hava á síni bústaðarviðurskifti.
Og vit skulu royna at tryggja øllum frælsi til at skipa sítt lív, sum tey ynskja sær ??? á øllum økjum.
Tí er eisini nýggja lógin um almannatrygd og tænastur, sum avloysir gomlu forsorgarlógina, eitt ovurhonds stórt framstig.
Har verður støði tikið í, hvat tann einstaki megnar og tørvar ??? og hvør støðan annars er. Tænasturnar skulu veitastsamanvið borgaranum heldur ennfyriborgaran.
Vit vilja, at fólk skulu hava ávirkan á egin viðurskifti og varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, so at brek ella sjúka sum minst forða fyri vanligum lívi.
Vit eru sannførd um, at øll hava okkurt virðismikið íkast. Sama hvussu lívsstøðan annars er.
Tí eigur aldurin heldur ikki at gera av, nær fólk skulu verða pensjónerað ??? tað eiga orkan og hugurin at gera av.
Vit skylda okkara gomlu ein tryggan aldurdóm. Men tað loypti hvøkk á pensjónistarnar, tá ið skattafría grundarupphæddin varð skerd.
So skjótt, sum vit komu til, hækkaðu vit grundarupphæddina aftur, og við serliga skattafrádráttinum fer fólkapensjónisturin eftir ársskiftið at hava omanfyri 1000 krónur meira eftir um mánaðin.
Nú mótrokningin er lagaligari fyri pensjónistarnar, loysir tað seg betur at arbeiða.
Harra formaður!
Tað liggur natúrliga til ungdómin at vera livandi og lívsglað. Men í vár varð nógv av tí, sum ungdómurin gleddi seg til, annaðhvørt strikað ella útsett.
Sum heild settu tey felags trygdina fram um egin ynski og róðu saman við okkum øðrum.
Og er tað nakað, sum eyðkennir Føroyar, so er tað, at vit ansa hvør eftir øðrum.
Tað ger Føroyar til eitt trygt stað at vaksa upp. Hetta mugu vit stremba eftir at varðveita ??? og børnini skulu eisini kenna seg trygg innan skúlans gátt.
Tí vilja vit gera enn meiri fyri at basa happing í fólkaskúlanum og stremba eftir einari nullhugsjón á hesum økinum.
Fólkaskúlin skal menna og kveikja næmingarnar, og tí er neyðugt við einum tíðarhóskandi skúla.
Gløgg, vitandi og arbeiðssom ung fólk eru avgerandi fyri framtíð Føroya. Tí eri eg glaður um, at støðugt fleiri lesa víðari í Føroyum.
??tryggleikin hetta várið hevur fingið nógv ung at velja tryggu leiðina og fara undir útbúgving ella í læru her heima.
Møguleikarnir fyri lesnaði eru nógvir, og vit hava eisini givið lærlingum ein munandi skattafrádrátt. Hetta fer vónandi at fáa fleiri í læru og at stimbra hugin hjá lærlingum at arbeiða yvir í lærutíðini.
Men vit vilja menna og styrkja møguleikarnar at útbúgva seg í Føroyum uppaftur meira. Her er Fróðskaparsetrið ein týðandi viðspælari, og Setrið verður eisini raðfest komandi árini. Pengar eru millum annað settir av til at fáa útbúgvingarnar á Setrinum altjóða góðkendar.
Í løtuni verður arbeitt við at fáa fleiri at lesa námsfrøði, og fleiri sleppa nú at lesa sjúkrarøktarfrøði.
Men vit hava eisini tørv á fólki við tøkniligum og handaligum førleikum. Vit hava tørv á fólki, ið byggir og umvælir bygningar, bilar, skip, vegir og tunlar.
Tí vilja vit styrkja um yrkisútbúgvingarnar og stovna eina nýggja handverksmeistaraútbúgving í tøttum samstarvi við vinnuna.
Eisini arbeiða vit við nýggjum yrkis-útbúgvingum í ali- og ferðavinnu.
Harra formaður!
Føroyar eru eitt ríkt og framkomið land, sum skal taka størri ábyrgd í altjóða samfelagnum og vera við til at menna og hjálpa, har tørvur er. Fleiri menningarlondum tørvar eitt trygdarnet, nú meira enn nakrantíð, og vit eru partur av tí.
Vit hava nógv at lata í altjóða samstarvi.
Men vit hava eisini nógv at vinna.
Til dømis betri og skjótari atgongd til áhugaverdar marknaðir, sum kunnu menna føroyskt vinnulív og kasta meiri av sær. Vit vilja vinna okkum betri handilsviðurskifti við lond sum Bretland, Kina, Japan og Russland.
Málið skal vera, at vit flyta okkum frá at bara útflyta rávørur til at selja fleiri lidnar matvørur. Og møguleikin er søguliga góður, nú spenningurin millum eystur og vestur aftur er kyknaður, og stórveldini geva Føroyum ans.
Vit vilja hava góð sambond við allan heimin, men lat ongan iva vera um, at Føroyar eru og verða partur av vesturheiminum.
Okkara viðurskifti við USA eru í spennandi legu, og á fundi við amerikanska uttanríkisráðharran hava vit gjørt av at skipa ein samstarvskarm landanna millum.
Nú ræður um at brúka okkara støðu sum best, men fyrst mugu vit fáa betri innlit í og meiri ávirkan á okkara verju- og trygdarviðurskifti.
Frælsi fæst best í samstarvi við onnur ??? bæði frælsið hjá tí einstaka, frælsið hjá vinnuni og frælsið hjá okkara landi á altjóða pallinum.
Vit eru tilvitað um okkara støðu í Arktis, og seinni í ár leggja vit fram eina nýggja arktiska strategi, sum verður okkara stavnhald komandi árini.
Tørvur er eisini á at finna nýtt stavnhald saman við Evropasamveldinum.
Tí sendi eg fyri nøkrum døgum síðan ES-nevndarforkvinnuni bræv, har eg geri greitt, at vit vilja skipa samstarvið av nýggjum.
Vit mugu hava eitt sterkari samstarv við ES, ið bæði bøtir um okkara handilsviðurskifti og samstundis loyvir okkum at víðka samstarvið til onnur øki.
Samstarvið í ríkisfelagsskapinum skal eisini viðgerast av nýggjum. Ríkisfelagsskapurin hevur seinastu árini staðið órørdur. Eingin menning. Eingin framburður. Men konfrontasjónir og ósemjur.
Vit skulu sjálvandi røkja okkara egnu áhugamál. Tí er neyðugt at beina burtur allar uttanríkispolitiskar forðingar í viðurskiftunum við Danmark.
Við sitandi landsstýri verður nýggj kós sett ímóti meira semjusøkjandi tíðum.
Vit hava longu funnið semju við donsku stjórnina um, at ein og hvør, sum býr í Føroyum og hevur ríkisborgararætt, kann fáa cpr-nummar. Hetta fer at gera tað nógv smidligari at brúka eitt nú donsku sjúkrahús-skipanirnar og at fáa danskt lestrarpláss.
Hetta er fyrsti liður í at dagføra ríkisfelagsskapin. Tað er týðandi at gera upp, hvat virkar og ikki ??? og støðugt geva felagsskapinum eitt innihald, sum samsvarar tíðini í dag.
Og stýrisskipanin skal eisini dagførast. Sjálvandi eru løgtingskvinnur ikki menn, og tað er eisini neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál og viðgera partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru yvir føroyskari lóggávu.
Í næstum fari eg at kalla allar flokkar inn til at umrøða hesar broytingar.
Og tíðin krevur eisini aðrar dagføringar. Seinasta árið hevur nógvur ótryggleiki ligið í spurninginum um 5G net. Bæði í NATO og í ES er niðurstøðan nú greið: undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum er ein týdningarmikil liður í trygdar- og verjupolitikki.
Eg havi í hesum sambandi samskift við danska forsætisráðharran, og vit fara í felag at fyrireika nýggju lóggávuna, sum skal seta teimum, ið veita 5G, treytir. Uppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.
Tí eingin ivi skal vera: Føroyingar skulu óræddir kunna nýta framkomna samskiftistøkni, og nýggja lóggávan skal veita trygdina.
Harra formaður!
Mikkjal á Ryggi hevur eina yrking um ein ungan mann, ið ferst á havinum. Akkerið heldur ikki - og eingin er at hjálpa honum.
Í Føroyum verða vit javnan mint á, at lagnan ikki liggur í okkara hondum, og tað er so mangt, vit ikki ráða yvir.
Kortini gera vit alt, vit kunnu, fyri at veita trygd og hjálp á sjógvi og landi.
Og fremsti liðurin er ein góð og sterk tilbúgving.
Men lógarverkið um tilbúgvingina má dagførast og viðurskiftini gerast greiðari. Soleiðis økja vit um trygdina í øllum landinum.
Eisini fiskivinnan er nú aftur løgd í trygga legu.
Við broytingunum í lógini um sjófeingi hevur vinnan fingið brúksloyvi við 12 ára uppsagnartíð, ið Løgtingið skal samtykkja á hvørjum ári.
??trygga uppboðssølan er eisini strikað.
Og nýggja, trygga fiskivinnulóggávan hevur longu givið avkast: Íløgur verða gjørdar fyri út við 2 milliardir komandi árini, og við nýggjum og dagførdum tólum kunnu vit flyta føroysku fiskivinnuna munandi longur framá.
Men fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Verða veiðirættindi seld endaliga, skal tað almenna hava bróðurpartin. Tí hava vit gjørt ein serskatt, sum tryggjar landinum sín part av sølunum.
Næsta stigið er at endurskoða skipanina við veiðugjaldi, so at hon tekur neyvari atlit at skiftandi umstøðum í vinnuni.
Veiðugjaldið verður broytt til eitt yvirskotsgrundað gjald, sum leggur upp fyri rentu-, olju- og fiskaprísi.
Eftir ætlan verður nýggja lógin sett í gildi frá ársbyrjan 2021.
Harra formaður!
Fyri bert fáum vikum síðan vistu vit ikki, hvørt ólavsøkan kundi haldast.
Men nú er hon her. Vit halda ólavsøku ??? samstundis, sum vit halda tilmælini. Vit hava tillagað okkara felagslív og okkara felagsskap, og vit hava gjørt tað í eini knappari vend.
Enn er vandin tó ikki av.
Uttanlands síggja vit, hvussu smittan aftur breiðir seg, og vit vita, at tað eisini kann henda her.
Men halda vit øll tilmælini ??? og um vit kanna og smittuspora ??? eru vit trygg.
Og tó at vit løgdu stilt fyrr í vár, vilja vit frameftir gera alt fyri at sleppa undan, at tað aftur verður neyðugt. Nógv er eftir, sum skal gerast.
Fyri at tríva aftur í Mikkjal á Ryggi:
Var altíð logn og sól,
- og var lívið leikur,
lýkkan mót og megi stjól,
maður gjørdist veikur.
Tað er í mótgongdini, vit mennast mest; tað er har, vit síggja og bøta um tað, sum ikki er nóg gott - og tað er har, vit styrkna.
Tó at korona gav okkum ein sjógv, sló hon okkum ikki út. Vit arbeiddu saman og eru nú á veg aftur á rættkjøl; sterkari, klókari og - tori eg at siga - tryggari enn áðrenn.
Latið nú okkum, sum her sita, halda fram við góða arbeiðinum.
Latið okkum seta stavnhaldið Føroyum at frama - og latið okkum hava dirvi at tillaga tað so hvørt, sum eydnan snarar.
Latið okkum toga Føroyar fram á leið - í ódn eins væl og í logn.
Góða ólavsøku øll somul!
Gud signi Føroyar,
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald